Løgmaður hevur einki bræv fingið

- Vit eiga ongan lut í málinum um Framtaksgrunnin, og hava heldur ikki lagt okkum út í málið, sigur bankastjórin


Hóast tað ikki kom greitt fram í tinginum í gjár, hvør hevði fingið nógv umrødda bræv frá Føroya Banka, so kann tað hervið váttast, at tað ið hvussu so er ikki er løgmaður, ið stendur sum móttakari.

- Vit hava als ikki verið spurdir, og vit hava heldur ikki sett okkum í samband við løgmann ella aðrar politikarar. Stutt sagt - vit hava einki við málið at gera, sigur Jørn Astrup Hansen, og hann heldur, at tað átti bankin heldur ikki at havt.

- Tað, sum málið snýr seg um, er helst, at Edmund Joensen, løgmaður, hevur fingið innlit í eitt bræv, sum bankin hevur sent einum av viðskiftafólkum sínum.

- Hava tit als ongan áhuga fyri um grunnurin fer á húsagang ella verður umskipaður?

- Tað einasta, sum eg veit í hesum máli er, at Framtaksgrunnurin fer á húsagang týsdagin, um ikki virðurskiftini fáast í rættlag, men um tað er gagnligt ella ikki, havi eg onga viðmerking til. Vit eiga ongan lut í hesum málinum, sigur Astrup Hansen í lítlari viðmerking.