- Viðgerðin seinastu dagarnar av málinum um samsýning og eftirløn landsstýrismanna hevur fingið eina slagsíðu. Yvirskriftir um “risa stórar lønarhækkanir á jólum”, “flottar ráðharrabilar” og “pensjónistatilverur í marglæti” eru at lesa. Trupulleikin er bara, at tær siga ikki allan veruleikan. Veruleikin er jú gráari enn rámandi yvirskriftir.
Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen í tíðindaskrivi, sum í dag er at lesa á heimasíðuni, tinganes.fo.
Løgmaður vísir í hesum sambandi á, at ein partur av ætlaðu lønarbroytingini í Tinganesi er at fáa burtur eftirlønarskipanina, sum í dag er serstaklgia lukrativ hjá móttakarunum.
- Eftir átta ár í embætinum sum løgmaður ella landsstýrismaður, hevur tú rætt til fulla eftirløn. Hetta kann ikki vera rætt. Vanlig starvsfólk mugu arbeiða alt lívið fyri at fáa fulla eftirløn. Tí eigur henda skipan at verða broytt. Verður uppskotið um samsýning og eftirløn landsstýrismanna samtykt, fáa bæði løgmaður og landsstýrisfólk 15% av lønini í eftirløn á sama hátt sum onnur í vanligum starvi hjá tí almenna. Hetta er nógv rættvísari skipan, og eigur ongantíð ov skjótt at verða broytt.
- Í dag eru fleiri skattafríar skipanir, sum fella burtur, um uppskotið hjá óheftu nevndini verður samtykt. Skattafría borðfæið og kostnaðarendurgjaldið, ið fyri einstakar landsstýrismenn kann vera upp til 164.000 kr. skattafrítt um árið, eru ótíðarhóskandi skipanir. Óhefta nevndin mælir til at taka av hesar skipanir. Hesum eri eg fullkomiliga samdur við.
- Vit eiga eisini at rudda upp í fráfaringarlønunum. Eg taki undir við tilmælinum hjá óheftu nevndini um, at tá eitt landsstýrisfólk fær eina fráfaringarløn, eigur hon at verða mótroknað í fráfaringarlønini í teimum førum, at viðkomandi hevur aðra lønarinntøku í fráfaringarskeiðnum, sigur løgmaður í tíðindaskrivinum.
Hann sigur at enda, at talan verður um sparing, tá eftirlønarviðurskiftini eru broytt, skattafríu ágóðarnar tiknir av og tá ruddað upp í fráfaringarlønunum.