Løgmaður gjørdi vart við fongsulsviðurskiftini

Á fundi í Keypmannahavn í dag umrøddu løgmaður, Bárður á Steig Nielsen og forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, eisini spentu støðuna í Ukraina.

Løgmaður hevur í dag verið á fundi við danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, í Keypmannahavn.

 

- Á fundinum umrøddu tey ymisk týðandi mál millum Føroyar og Danmark. Eitt nú, hvussu arbeiðið í nýggja uttanríkis,- trygdar,- og verjupolitiska samstarvsráðnum skal skipast framyvir.

 

Løgmansskrivstovan vísir á, at Føroyar í løtuni hava formansskapin í ráðnum, og fyrsti fundur verður í Føroyum í juni.

 

- Løgmaður og danski forsætisráðharrin umrøddu eisini spentu støðuna í Ukraina.

 

Bárður á Steig Nielsen brúkti eisini fundin til at gera vart fongsulsviðurskiftini í Føroyum.

 

- Løgmaður heldur tað vera óheppið, at danskir myndugleikar ikki hava ynski um betraði fongsulsviðurskifti í Føroyum við, nú nýggj langtíðaravtala er gjørd um karmarnar hjá Kriminalforsorgini.

 

Tað sigur løgmansskrivstova í tíðindaskrivi í dag.