Løgmaður er lopin framav

- Edmund Joensen hevur heimild at seta ein landsstýrismann frá, og honum nýtist ikki at grundgeva fyri tí, men tað er ikki skilagott fyri politisku støðu hansara, at hann hevur gjørt hetta av sínum eintingum, sigur advokaturin, sum hevur verið við til at smíða nýggju stýrisskipanarlógina


Nýggja stýrisksipanarlógin gevur løgmanni allan avgerðarrætt, tá tað snýr seg um at seta ella koyra landsstýrismenn frá.

- Tað er kortini ein løgin mannagongd, sum her, tá løgmaður gevur Sámali P. í Grund sekkkin, uttan at siga Landsstýrinum frá, ella at tosa við Sjálvstýrisflokkin frammanundan.

- Viðvíkjandi politisku støðuni, so er vanligt aðrastaðni at stjórnarleiðarar arbeiða øðrvísi enn í hesum føri. Løgmaður átti at tosað við flokkin hjá landsstýrismanninum, og innanhýsis í Landsstýrinum, áðrenn hann tók hetta stigið.

- Avleiðingin av at Edmund Joensen ikki hevur tosað við aðrar áðrenn hann tók hetta stigið er, at hann missir politisku undirtøkuna, sigur Annfinnur V. Hansen.


Kann fáa avleiðingar fyri samgonguna

Hann heldur, at politikararnir rættiliga royna seg við nýggju stýrisskipanini.

Teir hava nærum roynt allar heimildirnar, eitt nú at seta misálitisváttan, hava sett kanningarstjóra. Løgmaður hevur hótt við at seta Landsstýrið frá, og Landsstýrismannanevndin er sett at virka.

- Formliga hevur løgmaður alt valdið, men tað er bygt á samstarvið við hinar flokkarnar í samgonguni.

- Tekur hann einsamallur stig til slíkt uttan um samgonguna, so er hon ikki við honum.

- Tað kann fáa avleiðingar í samstarvinum við Sjálvsstýrisflokkin - men eisini avleiðingar fyri hinar limirnar í samgonguni, sigur Annfinnur V. Hansen.


Átti at tosað við hinar

Hann heldur, at tað virkar sum er løgmaður í hesum føri er lopin framav. Hvørjar avleiðingar tað fær siðvenjingarliga, veit hann ikki, men heldur, at so hevði verið rættast av løgmanni at samráðast við aðrar, eitt nú at planlagt at arbeiða uttan um Sjálvstýrisflokkin.

- Vanliga mannagongd hevur tá verið, at løgmaður segði t.d. at hann var ósamdur við Sámal P. í Grund ella við flokk hansara.

- Um nú landsstýrismaðurin hevði tikið av kassanum o.s.fr., so kundi Edmund Joensen sagt við Sjálvstýrisflokkin, at teir skuldu valt ein nýggjan landsstýrismann.

- Um hann politiskt ikki hevði ført seg rætt fram, so kundi løgmaður slitið samstarvið ella funnið eina aðra loysn.

- Tað, at løgmaður situr sum ein »skúlastjóri og soleiðis býtir sigarir út«, er ein misskiljing. Hann má hava sínar samgongupartar við sær, tí hann í veruleikanum er bundin av, hvat hinir partarnir halda og gera, sigur Annfinnur V. Hansen.

Gitingarnar eru nógvar um, hvørjar avleiðingar tað fær, at samstarvið við Sjálvstýrisflokkn nú er slitið. Løgmaður hevur frameftir valdið, og bert ein misálitisváttan frá tinginum kann seta Edmund Joensen frá.

Antin heldur Landsstýrið fram sum minnilutastýri, og livir bert frá máli til mál, ella formliga kann løgmaður taka annan flokk inn í samgonguna. Hann kann eisini skipa nýtt landsstýri ella útskriva nýval.


Løgin mannagongd

- Henda mannagongdin hjá Edmundi Joensen er óvanlig, við tað, at hann er noyddur at grundgeva fyri uppsøgnini politiskt.

- Virkar hetta ikki politikst óbúgvið?

-Tað er torført at skilja tað, men soleiðis arbeiða stjórnarleiðarar ikki aðrastaðni. Hugsandi er at løgmaður ynskir nýval, men um so er, haltar starategiin.

Hugsandi er, at strategiin er, at løgmaður vil hava nýval. Tað hevur leingi virkað, sum hevur hann leitað eftir eini umbering at skriva út val.

- Tað er møguligt at hann nýtir blokeringsmøguleikan, at um hinir ikki vilja spæla tað spælið, sum løgmaður vil, so tekur hann »leikuna« frá landsstýrinum, sigur Annfinnur V. Hansen.