Løgmaður: Eg verði niðurgjørdur og spottaður

Løgmaður er ovfarin av reaktiónunum, eftir at hann hevur mælt til, at Føroyar skulu hjálpa flóttafólki

Kaj Leo Holm Johannesen setti í nýggjársrøðuni aftur hol á kjakið um, hvørt Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki. Hann helt, at sjálvandi skulu Føroyar verða við at hjálpa fólki í neyð.

Í gjár var løgmaður endurgivin í Jyllands-Posten fyri nakað tað sama. Jyllands-Posten skrivaði, at løgmaður hevði sagt við danska forsætisráðharran Helle Thorning-Schmidt, at Føroyar áttu at verið við til at hýsa nøkrum flóttafólkafamiljum – eitt nú úr Sýria, har neyðin er stór, og haðani nógv fólk eru flýdd undan kríggi og neyð.

Greinin hjá Jyllands-Posten setti aftur ferð á kjakið um flóttafólk í Føroyum, og ikki minst løgmaður hevur seinasta døgnið staðið fyri skotum á teimum sosialu miðlunum.

Í dag skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á sínum Facebook-vanga, at hann er ovfarin av hørðu viðmerkingunum ímóti sær sum persóni í sambandi við kjakið um flóttafólkini.

- Tað er ikki tespiligt, eg vildi fegin rætta eina hjálpandi hond móti teimum í høvuðsheitum kristnu familjum, sum verða forfylgd, pínd og dripin børn sum vaksin.


- Úrslitið er, at eg verði niðurgjørdur, útspiltur og spottaður. Eg eri ikki sartur, men haldi ikki, tað er í lagi. Lat okkum kjakast siðiliga og konstruktivt um hetta trupla mál og virða meiningarnar hjá hvørjum øðrum, skrivar løgmaður.

Eisini fyrrverandi politikarin John Johannessen sigur seg verða skelkaðan av kjakinum. Hann skrivar á Facebook:

- Uttan at taka støðu til tosið hjá løgmanni um flóttafólk, so vil eg kortini siga, at eg bæði fái kuldasjálvtar og tað reina vaml av at síggja viðmerkingarnar hjá heilt vanligum føroyingum um fólk við øðrum mentanum. Tað er RÆÐULIGT og GRÁTILIGT at síggja florerandi racismuna.