Løgmaður bjartskygdur um búskapin

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at heystfrágreiðing Búskaparráðsins gevur orsøk til bjartskygni um búskaparligu gongdina í landinum.

Fyrrapartin var heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum løgd fram. Í henni staðfestir Búskaparráðið, at flest øll búskaparligu lyklatølini peika frameftir.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skilir hetta sum eina staðfesting av, at tað gongur væl í Føroyum.

- Ein munagóður búskaparvøkstur í ár og komandi ár, veksandi lønargjaldingar, minkandi arbeiðsloysi, størri og størri útflutningur og ábendingar um minkandi landskassahall, vekir eitt satt búskaparligt bjartskygni, heldur løgmaður.

 

Búskaparráðið vísir millum annað á, at byggivinnan blómar og at virksemi hjá henni er tað størsta síðani fíggjarkreppuna.

 

Innflutningstølini, lønartølini og MVG-tølini geva ábendingar um ein lítlan ella byrjandi nýtsluvøkstur, og fyri húsarhaldini vísa treystitøl fíggjarmálaráðsins størri bjartskygni enn síðan fíggjarkreppuna, sambært frágreiðingini frá Búskaparráðnum.

 

- Búskaparliga bjartskygni vekir góðar vónir. Kortini eru avbjóðingar. Búskaparráðið nemir eisini við demografisku broytingarnar í Føroyum komandi árini. Fólkasamansetingin er ein stór avbjóðing, sum verður tikin í stórum álvara. Broytingarnar seta stór krøv til eina holla fíggjarstýring hjá tí almenna. Við einum veksandi búskapi, við góðum útlitum fyri enn størri vøkstri, verður lættari at røkka hesum máli, heldur løgmaður.