Løgmaður á fund við norska forsætisráðharran um russlandssáttmál

Bárður á Steing Nielsen fer í morgin til Oslo á fund við norska forsætisráðharran

Í morgin fer Bárður á Steig Nielsen løgmaður til Oslo, har hann skal á fund við norska forsætisráðharran Jonas Gahr Støre.

 

Á fundinum fara løgmaður og norski forsætisráðharrin m.a. viðgera, hvussu Føroyar og Norra kunnu styrkja um samstarvið, eitt nú á fiskivinnuøkinum. Somuleiðis fara teir at umrøða fiskiveiðusamstarvið, ið bæði Føroyar og Norra hava við Russland.

 

Fundurin verður mikudagin fyrrapart í Statsministerboligen, sum er almenni bústaðurin hjá norska forsætisráðharranum.

 

Jonas Gahr Støre tók við sum forsætisráðharri í oktober 2021, og er formaður í norska arbeiðaraflokkinum.