Løgið fyribrigdi við upsaveiði

Tað kann tykjast løgið, at meira er at fáa av upsa á vanligum trolleiðum enn í stongdu økjunum.

Havstovan hevur gjørt trolkanningar á trolfriðaðum økjum og á vanligum trolleiðum. Tveir túrar eru gjørdir, eini í juni 2014 og ein í oktober í 2014.

 

Á túrinum í oktober var mest at fáa av toski (2433 kilo), upsa (1787 kilo), hýsu (1058 kilo) og longu (537 kilo).

 

- Upsaveiðan á túrinum í oktober var størri á opnum leiðum (69%) enn á stongdum leiðum (31%), meðan bæði toskur (57%) og serliga hýsa (71%) vórðu mest veidd á stongdum leiðum, sigur Havstovan.

 

Áður eru royndir gjørdar við rist í trolinum í veiði eftir upsa, og her vísti tað seg, at ristin skilir stóran part av smáa upsanum útaftur.

 

Eftir royndirnar við rist var nógv frammi um møguleikan at loyva veiði við rist í trolinum á ávísum stongdum leiðum, men nú tað vísir seg, at meira upsi er at fáa á vanligu trolleiðunum enn í stongdu leiðunum, er ivasamt, hvussu áhugavert hetta er.

 

Tað kann tykjast løgið, at upsaveiðan á túrinum í oktober var betri á vanligum upsaleiðum enn á stongdu leiðunum, men ivaleyst er onkur náttúrlig orsøk til tað.