Hon hevur sungið í eini seksti ár, og mangar eru »landaplágurnar«, sum vit kenna hana fyri.
Nú eru 25 løg hjá Nicolinu á Kamarinum at fáa á prenti.
Nicolina á Kamarinum onnur sytirin í systkinaflokkinum hjá Olevinu av Kamarinum og Jóannes í Geil úr Sálavík, sum vuksu upp í eyðkendu húsunum í Conradsbrekku í Havn. Systkini vóru: Hjørleif, Áslakkur, Nicolina, Eyðbjørn, Margretha, Ingolf og Jákup.
Trilvandi byrjanin var Hjørleif, Áslakkur, Nicolina og Eyðbjørn. Hjørleif gittar, sang og trummur. Áslakkur harmoniku og sang, Nicolina, gittar og sang, og Eyðbjørn gittar eins og Margretha eisini var við. Eftirhondini komu lítlubeiggjarnir, Ingolf og Jákup, eisini við.
Hesin bólkur hevur síðan byrjan fyri næstan seksti árum síðani havt ta gleði, at mangir av okkara allarfrægastu tónleikarum í styttri ella longri tíð hava spælt við og verið partur av Teimum av Kamarinum.
Sum bólkur eru tey á Kamrinum ikki virkin meira, men Nicolina og Eyðbjørn eru framvegis til dystin fús – og tey kalla seg nú »Tvey av Kamarinum«.









