Løðistøðir í Hósvík og við Norðskála klárar at brúka

- Ætlanin er at seta tvær løðistøðir upp aftrat í ár, siga tey í Sunda kommunu.

- Tær tvær løðistøðirnar til elbil, sum vórðu settar upp beint fyri jól, eru nú klárar at brúka.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

- Løðistøðin í Hósvík stendur við skúlan, og við Norðskála stendur hon uttan fyri læknamiðstøðina.

 

Leggjast kann aftrat, at læknamiðstøðin við Norðskála liggur beint við handilsøkið í bygdini.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at ætlanin er at seta tvær løðistøðir upp aftrat í ár.

 

El-bilarnir gerast fleiri og fleiri, og hetta ger tað neyðugt hjá kommununum at seta upp løðistøðir.

 

##med2##