Løðir upp í smáttuni

Vit hava onkuntíð verið dagar har. Himmalin har norðuri er klárari, stjørnurnar verða tíðiligari. Tað dagliga kennist ofta sum eitt óruddiligt kamar, tí tú samlar so nógvan lort gjøgnum lívið. Tá tú so kemur í eitt slíkt stað, so er tað sum at tú skalt rudda upp í lívinum, og varðveita tað sum hevur týdning.

Listamaðurin, bóndin, snikkarin og tónleikarin Archiebald Black var føddur í 1956, og var ikki meir enn 18-20 ára gamal, tá hann verður noyddur at taka sær av garðinum hjá abba sínum. Um tað mundi sá Archie - sum hann vanliga verður kallaður - sum best dámdi at fáast við list og tónleik, onki serliga bóndaligur út, við hári næstan niður á albogarnar.

 

-Tað var ikki serliga bóndaligt, men eg gjørdi tað so hóast eg bleiv argaður eitt sindur av vinmonnunum, flennur hann. Garðurin varð festur av Nólsoyar Pálli, og Archiebald er sjeynda ættarliðið á Myrkjanoyri. Í dag hevur Archibald um 120 seyðir.

 

Í 80unum fór Archie undir at byggja smáttuna Dreymasóljuna uppi í dalinum, undir Hvítubrúgv. Í smáttuni er ongin streymur og bara brenniovnur og gasskomfýrur. Hann greiðir frá, at hann valdi at byggja ein ljóðdoyvara. Eitt stað sum sløkti fyri dagliga larminum. Har uppi í smáttuni er ein burtur frá øllum - har er onki sjónvarp ella internet, sum órógvar - og hoyrir bert náttúruljóð.

 

Archiebald nýtur nógva tíð í smáttuni, og ofta eru vinmenn við. Í tá hann kemur heim aftur av einum slíkum túri er tað sum løðarin hevur verið í, og ein orkar betur vanliga gerandisdagin aftur, sigur hann.

 

- Uppá ein ellan løgnan máta, tá tú steingir allar støjsendararnar av, so verða allir hesir trupulleikarnir lítisverdir. Vit hava onkuntíð verið dagar har. Himmalin har norðuri er klárari, stjørnurnar verða tíðiligari. Tað dagliga kennist ofta sum eitt óruddiligt kamar, tí tú samlar so nógvan lort gjøgnum lívið. Tá tú so kemur í eitt slíkt stað, so er tað sum at tú skalt rudda upp í lívinum, og varðveita tað sum hevur týdning.