Síðsta vikuskiftið var Christian í Grótinum á Fuglafirði við stívliga 1500 tonsum av lodnu, eisini úr føroyskum sjógvi.
Triðja skipið, sum hevur verið á føroysku lodnuleiðini, er Tróndur í Gøtu, men teir hava ikki verið so hepnir.
Tvær ferðir í Íslandi
Áðrenn Tróndur í Gøtu fór í føroyskan sjógv at royna, fóru teir til Íslands eftir trolreiðskapi. Men tá ið teir komu á fiskileið, vísti tað seg, at reiðskapurin riggaði ikki so væl, og lítið kom burtur úr. Teir hava tí fyri aðru ferð á hesum sinni verið í Íslandi eftir reiðskapi og tað, teir høvdu inni, løgdu teir upp har yviri, eini 300 tons ella so.
Á Havsbrún vita tey at siga, at lodnufiskiskapurin í føroyskum sjógvi hevur verið smáligur, nú tað hevur viðrað so illa.
- Ein skái var miðskeiðis í vikuni, men nú sigur hann longu nógvan vind aftur, siga tey á Havsbrún.