Seinnu árini hevur gamli Álmanakkin, sum flestu føroyingar munnu kenna, fingið eitt alsamt meir modernað snið. Ritstjórin, Erling Isholm, dylur ikki yvir, at hetta kemst av, at kappingin við hetta slagið av útgávu er harðnað seinnu árini. Hinvegin sær Erling tað framvegis sum sína týdningarmiklu uppgávu at varveita tann siðbundna partin av Álmanakkanum, eitt nú gomul mát og dagaheiti, sum kunnu vera torfør at finna aðrastaðni.
Aftur til Føroyar
Álmanakkin kom út fyrstu ferð í 1928, og var hann fyrsta prentuppgávan hjá prentstovuni í HNJ Bókahandli. Vaksandi krøvini til prentið gjørdu tó, at prentingin sum frá leið varð flutt uttanlands. Álmanakkin 2006 er sostatt tann fyrsti í fleiri ár, sum er prentaður í Føroyum, og er tað Føroya Prent, sum nú hevur uppgávuna um hendi. Álmanakkin verður prentaður í 5000 eintøkum, og man tað uttan iva verða størsta upplagi av slíkum slag í Føroyum.
Umframt upplýsingar av meir almennum áhuga, so sum hagtøl, yvirlit yvir stovnar, fólkanavnalistan a.o, vendir Álmanakkin sær sum vant til vinnuna á sjógvi og á landi. Í fyrsta parti er m.a. sjálvur álmanakkin, yvirlit yvir sól- og mánastøður í árinum og tað, sum vert er at vita um gongustjørnur og annað á himmalhválvinum í 2006. Síðani koma nógv nýttu streymkurvarnar, talvan við vestfalskyrrindunum og streymkort saman við lista yvir motorbátar undir 20 tons. Listin við skipum yvir 20 tons er aftur í ár prýddur við myndum av skipunum. Í hesum pørtunum eru sum vant nógvir aðrir hentir og dagførdir upplýsingar av alskyns slagi til sjóvinnuna.
Tilfarið um landbúnaðin, alivinnuna og oljuvinnuna er eisini dagført, og tað eru nógvu hentu upplýsingarnir aftast í álmanakkanum sjálvandi eisini.