Álmanakkin í 75 ár

Tíðindaskriv

Tann 75. Álmanakkin hjá H. N. Jacobsens Bókhandli er útkomin ? hesaferð við myndum av skipum yvir 20 tons.

Síðani 1928 hevur H. N. Jacobsens Bókhandil givið Álmanakkan út á hvørjum ári, og tað hevur við sær, at Álmanakkin 2003 er tann 75. í røðini.
Í samband við rundu útgávuna eru nógvar ábøtur gjørdar fyri at gera álmanakkan enn betur. Størsta broytingin er, at listin við skipum yvir 20 tons er nú skrýddur við myndum av skipunum, og í tí sambandi verður Álmanakkin nú, allur sum hann er, prentaður í litum.
Í fyrsta parti er sjálvur ámanakkin 2003, mána- og sólstøður og annað, sum vert er at vita um stjørnur og himmalhválvið komandi ár. Har fáa vit m.a. at vita, at ein sólarmyrking verður at síggja í Føroyum 31. mai 2003, og mánamyrking verður bæði 16. mai og 9. november. Harumframt hendir tað sjáldsama komandi ár, at gongustjørnan Merkir fer fram við sólini 7. mai 2003.
Síðani koma nógv nýttu streymkurvarnar, streymtalvan og streymkort saman við lista yvir motorbátar undir 20 tons. Listin við føroyskum skipum yvir 20 tons er sum áður nevnt myndskrýddur, og tað hevur við sær, at hann er meir enn 100 síður langur nú. Í pørtunum um bátar og skip eru eisini komnir hendir upplýsingar um Fiskamarknaðin og yvirlit yvir løggildaði virkir, verksmiðjuskip og frystiskip og yvirlit yvir løggildaðu landingarmiðstøðirnar. Fyri skip og bátar er harumframt hópin av øðrum tilfari, sum er hent at hava við hondina.
Eitt nýtt kort er yvir ali- og smoltstøðirnar í landinum, har eisini tey ymisku aliøkini eru á. Saman við hesum korti er eitt nýtt dagført yvirlit, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt.
Í síðsta partinum við hentari vitan eru øll yvirlitini sjálvandi dagførd. Hetta hevur við sær, at nýggja løgtingsmanningin og nýggju landsstýrisráðini eru við, eins og nýggj hagtøl eru til mannstalslistan og fólkanøvnini. Av serligum áhuga hesu ferð er sjálvandi eisni, at Vágoyggin er komin uppí yvirlitið yvir vegalongdirnar á meginøkinum, so nú ber til at síggja, hvussu langt tú skal koyra, tá tú um stutta tíð ætlar tær við bili úr Fuglafirði til Sørvágs.
Nógvu broytingarnar hava við sær, at síðutalið er økt úr góðum 340 upp í góðar 420 síður. Hetta hevur tó ikki við sær, at álmanakkin er vorðin størri í vavi, tí pappírið er heldur tynri, so enn ber til at hava álmanakkan liggjandi júst har tær hóvar best. Hóast Álmanakkin 2003 er nógv øktur, er prísurin tann sami sum undanfarin ár, nevniliga 180 krónur fyri innbundnu og 130 krónur fyri vælkendu heftu útgávuna.