Summar
Tær fáu sandstrendurnar, vit eiga, hava verið so fullar av fólki, at hetta minnir um kendu sólstrendunar við Miðjarðarhavið. Tú hevur hug at klípa teg í armin fyri at fáa staðfest, at hetta veruliga er so ? og ikki bara er ein tropiskur dreymur, sum hongur eftir frá onkrari ferð sunnanfyri.
Tú hyggur at hitamátaranum, sum stendur í skugganum ?
júst soleiðis, sum hitin verður máldur sunnanfyri. Hitin er omanfyri 20 stig. Tú hyggur aftur, tá ið nátturðin er farin niður um: 18 stig.
Hetta er bara ein av mongu sóldøgunum í hesi vikuni.
Í tíðindunum verður sagt, at tá ið heitast var á Flogvøllinum í dag, var hitin 24,4 hitastig.
Veðurfrøðingurin, Petur Skeel Jacobsen, sigur seg ikki duga at minnast, at so nógvur hiti er máldur í Føroyum áður.
Á sandinum, í bønum, í fjøruni, í túninum ? allastaðni andar av lívi, gleði og arbeiði, sum skal gerast, meðan sólin skínur.
Sólin gevur tær heilsubót, siga sálarfrøðingar, men sólin ger eisini, at tú gerst gessigur, leggja teir aftrat!
Hvussu verður so teir næstu dagarnir, spyrja ivaleyst mong, nú fólk eru vorðin so forvand við sól og summar?
Í stuttum sigur veðurfrøðingurin, Petur Skeel Jacobsen, at veðrið helst verður gott í dag, men at eitt brúgvalag kemur hendan vegin sunnunáttina, sum væntandi fer at ávirka veðrið sunnudagin og mánadagin. Týsdagin sær betur út aftur, men líkt er ikki til, at hitin verður so nógvur, sum hesar seinastu dagarnar.
Vit eiga at gleðast um tær góðu løturnar, sum eru, tí hesar eru hóast alt ikki so fáar, tá ið saman um kemur.
Føroyingurin er nú einaferð soleiðis háttaður, at er veðrið gott í tríggjar ella fýra dagar ? og síðan regn og illfýsið í ein dag, so siga fólk, at tað er ongantíð gott veður; tað bara regnar?
Veruleikin er, at vit í Føroyum eiga nógvar góðar løtur alt árið. Veturin er ikki serliga kaldur, og tær góðu og vøkru vetrarløturnar eru nógvar. Vit skulu bara geva okkum far um tær. Eg minnist fleiri vetrar, har Skálafjørðurin um ársskiftið - ella á hávetri ? lá í silvitni í einar 10-14 dagar í slag.
Men nú er summar ? hóast tað er heyst - og tað er frálíkt!
?
Landslagið í Føroyum er nú einaferð soleiðis háttað, at sólin sjáldan skínur allastaðni í senn. Liggur hann við eysturætt, kann vera skjótt, at hann køvir av við mjørka eysturi á landinum. Ein slíkan dag liggur eystari partur av landinum undir í toku, men tær nýtist ofta ikki at koyra langt ? so skínur sólin aftur av tí fagrasta. Sama kann vera, tá ið hann liggur vestaneftir; tá hava vit ofta mjørka í Vágunum og klára luft eystanfyri. Er hann lágur í ættini, er ofta klárt í Elduvík og bygdunum nærindis, men liggur hann høgur í ættini, loysir seg sjáldan at leita eftir sólini norðanfyri.
Mjørkin kemur líkasum inn úr havinum við ættini, sum liggur upp á land.
Í dag hava flestu bil, so tað ber saktans til at leita eftir sólini, um lýtt er í veðrinum, og tú ert staddur á fastlandinum, har koyrandi er vestureftir, norðureftir, eystureftir og suðureftir.
?
Nøkur ár hevur summarið roynst sum í ár, har vit eru komin út í august mánaða, áðrenn vit fingu nakra serliga sól.
Fyrri parturin ? og tíverri tann størsti parturin ? av summarinum í ár royndist einki serligur. Nú tað aftur er farið at myrkja á náttini, vóru mong ivaleyst farin at halda, at nú fóru vit bara at fáa illfýsið heystveður og slett einki summar.
Tó man tað vera sjáldan, at eitt heilt summar fer afturvið, uttan at vit síggja sólina skína í nakrar dagar.
Tíðliga í juli mánaða, tá ið flestu ? bæði her heima í Føroyum og í Danmark ? gramdu seg um vánaliga summarveðrið, hitti eg eina eldri konu. Vit tosaðu um vánaliga veðrið, ið verið hevði, nú tað var farið at myrkja á náttini. Hon var fryntlig og segði sannførandi og avgjørd, at summarið kemur nokk; tað kemur bara eitt sindur seinni í ár enn vanligt?
Tey gomlu eru klók, plaga vit at siga, og nógv man vera um tað. Tey hava livað longri enn vit, sum eru yngri enn tey. Hvat hendan konan kendi á sær, er ilt at siga, men eg fái meg ikki at trúgva, at hon dugdi gand! Dugdi hon tað, kundi hon saktans havt syrgt fyri, at vit fingu eitt langt summar, soleiðis at eisini føroyingar vóru troyttir av sólini, tá ið august mánaði var liðugur?
Vit velja at trúgva, at tað er við veðrinum, sum Storm P segði: Øll tosa um tað, men eingin ger nakað við tað?
Eisini í summar fingu vit sól og heilsubót til ein langan og myrkan vetur.
Vit eiga at læra okkum at taka ta myrku tíðina ? heyst, vetur og vár ? sum hon kemur. Vit eiga at læra okkum at síggja tær góðu og vøkru løturnar, vit hava gjøgnum alt árið.
Nú lækkar sólin, og tað myrkir á náttini, men tað er so vælsignað skjótt, at hon aftur byrjar at taka seg upp á himmalin. Tá kemur skjótt aftur eitt vár, har alt lív í jørðini aftur fer at næla ? og eftir skamma stund er summar aftur í hondum.
?
Myndirnar, vit prenta á hesum báðum síðunum, eru allar tiknar á Leynasandi mikudagin í hesi vikuni, tá ið hópur av fólki hugnaðu sær á sandinum.
Ein frísk løta í brennandi sól, sum ikki stendur aftanfyri eina slíka løtu við Miðalhavsins heitu og sólbardu strendur.
Sólin, sum hevur skinið alla hesa vikuna ? og glett bæði stór og smá - kostar einki, og tað kostar heldur ikki 4 evrur at lata seg baka ein seinnapart á Leynasandi ella aðrastaðni í Føroyum.
Hevur tú brent teg í sólini, eru bestu ráðini, tú kanst fáa, at smyrja neutralt jogurt ella neutralan súrróma á brenda partin av likaminum. Hetta tekur burtur brunan og pínuna eftir stuttari tíð og hjálpir betur enn nakað annað, sum læknavísundin hevur at bjóða teimum, ið ikki duga sær hógv.