Øll toppliðini spældu javnt

AB, KÍ og NSÍ spædu í kvøld javnt ímóti lægri støddum liðum

Tað sást ikki, at talan var um topplið ímóti lægri staddum liðum, tá ið fýra dystir í næstbestu deildini vóru í kvøld.

Toppliðið AB var á vitjan hjá B36 í Gundadali. Úrslitið var 1-1, og harvið er AB framvegis oddalið, og B36 er akkurát omanfyri niðurflytingarstrikuna.

AB royndi at leypa á, meðan B36 vardi og dúvaði upp á mótálop. Eftir fríspark stutt undan leikloki hevði heimaliðið stóran møguleika at skora sigursmálið.

 

Í Leirvík endaði tað við málleysum javnleiki millum KÍ, sum framvegis er næstfremst, og Víking, sum er á sætta plássi.

 

NSÍ, sum er á bronsuplássi, hevði vitjan av Giza Hoyvík, ið er á niðurflytingarplássi. Úrsltið var 1-1 eftir málleyst fyrra umfar. Giza Hoyvík legði seg framum eftir horna, men NSÍ svaraði aftur og javnaði.

 

B68 misti í stríðnum fyri at røkka uppflytingarpláss. Toftamenn vóru í Gundadali, har HB vann 3-2. Heimaliðið var frammanfyri 2-0, men B68 svaraði aftur og javnaði. So skoraði HB sigursmálið, og síðstu løtuna vóru bara tíggju B68 spælarar á vøllinum.

Úrslitið ber við sær, at bæði HB og B68 hava 20 stig.

 

Týsdagin

Víkingur-KÍ 0-0

 

NSÍ-Giza Hoyvík 1-1 (0-0)

0-1: Magnus W. Møller 51.

1-1: Hans Marius Davidsen 54.

 

HB-B68 3-2 (1-0)

1-0: Daniel Johansen 10.

2-0: Tór Højgaard av Skarði br 59.

2-1: Sveinur Justinussen 70.

2-2: Búi í Hjøllum 72.

3-2: Hjalti Kárason Djurhuus 74.

Reytt kort: Óli Højgaard Olsen, B68 78. (beinleiðis reytt)

 

B36-AB 1-1 (1-1)

0-1: Bjarni Skála 32.

1-1: Gilli Samuelsen 35.

 

Sunnudagin

ÍF-Suðringar 4-1 (2-0)

1-0: Hanus Eliasen 15.

2-0: Sámal Joensen 16.

2-1: Teitur Mortensen 47.

3-1: Høgni Zachariassen 56.

4-1: Hanus Eliasen 81.

 

Støðan eftir tólv umfør

AB 25 stig

KÍ 24 stig

NSÍ 23 stig

B68 20 stig

HB 20 stig

Víkingur 17 stig

Suðringar 13 stig

B36 12 stig

Giza Hoyvík 11 stig

ÍF 3 stig

 

 

Trettanda umfar

Leygardagin 17. juni

KÍ-HB

Víkingur-ÍF

B68-B36

Giza Hoyvík-Suðringar

AB-NSÍ