Øll telja líka nógv

Hóast spælið kanska ikki var av tí allarbesta, so tóktist hetta á ongan hátt at taka gleðina um sigurin frá Heðini á Lakjuni, sum aftur hesaferð var partur av HB-álopinum.
- Tað eru jú stigini sum telja, so tað var tað týdningarmesta. Annars haldi eg, at vit spæla ein rímiligan fyrra hálvleik, har vit hava eitt gott trýst á teimum. Seinna hálvleik var skilið ikki so gott, og teir fáa eisini onkran møguleika, men tíbetur, so megna vit at avgera.
Júst tað málið tóktist annars eitt sindur kloddur hjá heimaliðnum, men eisini tað var Heðin púra kaldur yvirfyri.
- Tað er nokk ein misskiljing, har Rógvi kemur ímillum, men hvat. Tað telir eins nógv og øll onnur mál.
Og við sigrinum tykist HB av álvara at hava lagt seg út í oddastríðið. Eitt oddastríð, har teir annars høvdu ilt við at vinna fram fyrstu umførini.
Eru tit nú av álvara farnir at trúgva upp á møguleikan aftur?
- Vit hava so ongantíð mist trúnna uppá, at tað skal bera til. Vit hava tikið ein dyst í senn, og tað gera vit framvegis. Stigini skulu nokk fara at koma, eri eg sannførdur um.