Øll tólini fóru á brúnni

Fríggjakvøldið kom tunfiskabáturin »Agot« inn á Klakksvík eftir at hava fingið ein sjógv, sum knústi tveir rútar á brúnni og oyðilegði tað mesta av tólunum

ÓLAVUR Í BEITI


Tunfiskabáturin »Agot« fór á tunfiskaveiðu tann 9. september í ár og tað hevur ikki gingist sum eftir ætlan. At byrja við vóru trupulleikar, men annan túrin fingu teir 3,5 tons í 4 setum, sum vórðu seld í Skotlandi fyri 220 krónur kilo brutto. Alt í alt hevur »Agot« landað eini 5 tons, og skiparin Pól Eyðfinn Poulsen hevur ikki góðar vónir um restina av stuttu tunfiskavertstíðini. Longu seinast í hesum mánaðinum endar vertstíðin.

»Agot« royndi suður móti enska markinum, tá ið hann fekk sjógvin og liggur nú á Klaksvík og bíðar eftir nýggjari nautiskari útgerð á brúnni. Pól Eyðfinn Poulsen metir, at farið verður avstað aftur á tunfiskaveiði seinni í hesi vikuni, um alt gongst eftir vild.

Tað er skotsk felag sum stendur fyri flutninginum av tunsfiskinum á japanska marknaðin, og hetta er dýrur flutningur. Tað kostar einar 28 krónur kilo at senda tunfiskin drúgvu leiðina á japanska marknaðin við flogfari.