Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, sum Norðdepil er partur av, er væl nøgd við skránna, sum er løgd fyri hátíðarhaldið í Norðdepli, nú bygdin fyllir 150 ár.
- Tað hevur eydnast nevndini aftan fyri hátíðarhaldið at leggja eina spennandi og forvitnisliga skrá, har nakað er til allar aldursbólkar. Vit fegnast og eru teimum takksom, sum hava brúkt nógva tíð og orku upp á at skipa alt so væl, nú hátíðarhaldið stundar til.
Katrin Næs vísir á, at kommunan eisini hevur verið við, og soleiðis kemur út nýggj bók um Norðdepil, eins og filmur er gjørdur um bygdina.
- Minnissteinur verður reistur og avdúkaður yvir fyrstu niðursetufólkini, og her hevur kommunan eisini skipað eitt ávíst torg, har fólk kunnu savnast og sessast. Vit eru eisini teimum takksom, sum so hegnisliga hava gjørt hetta arbeiði.
Borgarstjórin fegnast um øll tiltøk, sum eru á skránni, og hon heldur, at her verður nógv at fara til.
- Eg eri eisini ógvuliga glað fyri, at kappróður verður við. Ódnartøk verða leygardagin, 27. august, klokkan 14, og her verður tað NHR, Norðdepil/ Hvannasunds sóknar róðrarfelag, sum skipar fyri.
Hon sigur, at róð verður á stuttum teini sunnan fyri byrgingina. Starturin liggur fastur í byrgingini, og róð verður suður eftir. Her kunnu vit vænta okkum nógvar spennandi róðrar við góðum útsýni at fylgja við.
- Eg ivist onga løtu í, at vit fáa nakrar hugnaligar og gevandi dagar í Norðdepli, og vegna Hvannasunds kommunu vil eg bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum at luttaka í hátíðarhaldinum, sigur Katrin Næs.
Lagt verður fyri seinnapartin hósdagin, 25. august, og skráin fyri hátíðarhaldið varar til og við sunnudagin, 28. august, ið er dagurin fyri 150 árum síðan, tá tað fyrstu ferð reyk úr ljóðaranum í fyrstu húsunum í Norðdepli.