Øll skulu hava vápn við hús

Býráðið í tí lítla býnum Nelson í amerikanska statinum Georgia samtykti fyrrakvøldið, at øll húski í býnum skulu eiga vápn og lóður. Tað skrivar Huffington Post.

Í samtyktini stendur, at tað er neyðugt fyri at tryggja býnum eina tilbúgving og fyri at verja trygdina og vælferðina hjá borgarunum.

Býráðið sigur tó, at tey, sum ikki vilja hava vápn heima við hús, verða ikki revsað. Í roynd og veru áleggur samtyktin fólki at hava vápn, men eingin verður revsaður fyri at siga nei.

Síðani hendingina í býnum Newtown í desember, har ein ungur maður skjeyt 20 børn og seks vaksin, hevur Barack Obama, forseti, lagt nógva orku í at herða amerikonsku vápnalógina. Eygleiðarar siga, at samtyktin hjá býráðnum í Nelson vísir, hvussu langt tað er ímillum hugsjónir forsetans og teirra, sum eru fyri at lata fólk fáa enn fleiri vápn.