Øll skulu hava rætt til fólkapensjón, tá tey gerast 67 ár.

Pensjónsnýskipan – meginreglan í okkara nýggju fólkapensjónsskipan má vera at:

Tey eldru og tilkomnu í Føroyum hava goldið serligt pensjónsgjald í landskassan í árunum frá 1959 til 1970 og hava tí rætt at fáa fólkapensjón. Tískil má:
fólkapensjónin verða fyri øll, eisini aftaná 2018 (sum í DK)

øll mugu fáa skattskylduga fólkapensjóns-grundupphædd, eisini aftaná 2018. Gift og støk eiga at fáa eins høga grundupphædd (sum í DK)

mótrokningarfría upphæddin, ið er 60.400 kr. í 2011, má ikki sum ætlað lækkast niður í 30.000 kr., men verða hækkað á hvørjum ári við prís- og lønargongdini (sum í DK)

mótrokningar-prosentið í pensjónsviðbótini eigur at verður lækkað úr 60% niður í 30% (sum í DK). Við hækkandi inntøku kann mótrokningarprosentið, í pensjónsviðbótini, tó hækkast stigvíst

tey, sum hava hug og orku at arbeiða aftaná 67 ára aldur, skulu hava rætt til tess. Um fólk arbeiða nøkur ár eftir pensjónsaldur, eiga tey, at kunna fáa útgoldið hækkaða fólkapensjón og samhaldsfasta. Eisini eigur 70-ára fráfaringaraldurin, hjá tí almenna, at verða tikin av.

Nýggjar kanningar hjá Hagstovu Føroya vísa, at 14,4 % av fólkapensjónistum í Føroyum liva í “relativum” fátækradømi. Kanningarnar vístu somuleiðis at heili 41% av fólkapensjónistum, sum búgva stakir eru undir fátækraváðamarkinum (liva í “relativum” fátækradømi). Hesir mongu fólkapensjónistar, sum liva í “relativum” fátækradømi og sum búgva stakir, hava minni enn 60% av medianinntøkuni í landinum at liva av t.v.s. hava minni enn 117.519 kr. í ársinntøku.

At betra livikorini hjá teimum sera mongu fólkapensjónistum, sum liva í “relativum” fátækradømi, eigur útgjaldið úr samhaldsfasta beinanveg at verða hækkað við í hvussu er 1.000 krónum um mánaðin. Samstundis eigur inngjalds-prosentið í samhaldsfasta at verða hækkað úr 1,75% upp í 3%.