Vágatunnilin
Tað vakti ans, tá leiðarin á Brunaumsjónini fyri opnum skíggja staðfesti, at varð brunatrygdin í Vágatunlinum ikki fingin í rættlag, so sóu tey seg noydd at steingja tunniling.
Tá alt kom til alt, so gjørdist ikki neyðugt við somikið víttfevnandi stigum. Soleiðis sendi Vágatunnilin í gjár út tíðindaskriv, har boðað varð frá, at brunaverjan í tunlinum nú verður styrkt á nøkrum økju.
- Tað er kanska rætt, at eg meldaði nóg so kraftigt út at byrja við. Í øllum førum var okkara sannføring, at ávísir manglar vóru í hesum, og at tunnilin tí ikki leyk krøvini til brunatrygdina, sigur Petur.
Hann greiður frá, at seinastu tíðina er eitt umfatandi kanningararbeiðið gjørt, har hundraðtals hol eru borað, soleiðis møguligir manglar kunnu staðfestast.
- Landsverk hevur staðið fyri hesum kanningararbeiðinum, og nú er so avmerkt, hvar betonverjan er ov tunn. Her skal nýtt lag av beton so sproytast omanyvir, og tá vóna vit so, at hetta er í lagi.
Lýkur Vágatunnilin so øll brunakrøvini, tá hetta arbeiðið er gjørt?
- Ja, tað skuldi hann gjørt.Og tað skal hann eisini. Lógirnar eru jú til, fyri at øll skulu halda tær. Eisini myndugleikarnir, sigur Petur Lava Olsen at enda.









