Øll orsøk til at vera firtin, Trygve!

Birgir Mohr, Sandur

 

Nei góði harra Guttesen, eingin orøk er til at vera hátíðarligur í hesum máli, men øll orsøk til at vera firtin. Og tað er ikki bara eg, sum eri firtin, men helst øll 1500 fólkini í Sandoyar sýslu og hartil ein fittur partur av føroya fólki. Og tað er væl grundað.

Og tað er tí, at landsstýrismaðurin hjá Sambandsflokkinum ímóti samgonguskjalinum sigur seg virka fyri, at Sandoyartunnilin ikki verður bygdur nú. Og hettar sigst vera orsøkin til, at verklagslógin herum ikki er løgd fyri Føroya Løgting. Og eingin saklig orsøk er fyri tí.

Meira ítøkiligur er eingin orsøk til at vera, tí okkara fólk - føroya fólk - evnar at hugsa sjálvt. Og tey, sum fylgja við, vita, at undanførslurnar, sum fyrst vóru góði búskapurin - eru bert lótir, tí nú skulu peningurin nýtast til bleyt virðir í Tórshavnar økinum - har fíggjarmálaráðharrin stillar upp. Hví ikki steðga onkrari íløgu í miðøkinum???

At Sambandsflokkurin einaferð enn steðgar útviklinginum við at binda oyggjarnar saman er ein vánaligur og skeivur politikkur. Vit minnast øll, tá sambands løgmaðurin seint í nítiárunum koyrdi landsstýrismannin hjá sjálvstýrisflokkinum frá, tí hann vildi virka fyri Vága-tunnlinum? Men hesin kom atlíkavæl - tí vit sluppu av við sambandsløgmannin. Tá var grundgevingin hjá sambandinum: ringar fíggjarligar tíðir, nú er tað ov góðar fíggjarligar tíðir?

Nær fer sambandi at tora? Og hví vil sambandi einki uttanfyri Streym- og Eysturoy?

Tá so sambands-tingformaðurin nú vil sentralisera alla valskipanina og harvið spreingja samgonguna av egnum áhugamálum við ivasomum heimildum, ja so er hettar aftur boð um at styrkja ta frammanundan sterka miðøkið í Føroyum! Og útjaðarin verður enn veikari.

Og tosið um ikki at útbyggja vágaflogvøllin, men ístaðin byrja á Glyvurnsnesi, ber boð um tað sama. Veit ikki, um Sambandsflokkurin eisini er fyri hesum?

Teir einfaldu spurningarnir, sum tú setur fram, kanst tú biðja ein skúlaflokk í Tórshavn um at svara tær upp á. Í politikki - sum í so mongum øðrum av lívsins viðurskiftum - ræður um at kunna hugsa og vera frammanfyri, áðrenn tær skeivu avgerðirnar vera tiknar. Hettar manst tú helst eisini skilja, Trygve Guttesen - um ikki, so gerst ikki við.

Men at billa okkum inn, at vit fíggjarliga og búskaparliga noyðast at lata vera við at útbyggja samanbindingina av Føroyum við tunlum, tað eru tær beru lótir - sambandslótir, tí Sambandsflokkurin eftir øllum at døma heldur vil útbyggja í miðføroyum, enn tann í samgonguskjalinum avtalaða tunnilin til eina útoyggj - Sandoynna og harvið hálvan vegin til eina aðra útoyggj, Suðuroynna. Og hettast hóast øll síggja, at menningin og útviklingurin av samfelagnum er steðgaður upp um Skopunarfjørð.