Fótbóltur
Enn eina ferð verður stríðsval um forsetasessin í Fótbóltssambandinum, tá aðalfundur verður leygardagin í næstu viku. Hetta gjørdist greitt, tá freistin fyri at stilla upp valevni var úti á midnátt.
Tað hevur ljóðað, at nøkur av feløgunum hava sagt við sitandi forseta, Høgna í Stórustovu, at hann ikki skal rokna við afturvali, men hann hevur so tikið við avbjóðingini, eftir at FC Hoyvík hevur skotið hann upp.
»Var val í dag« plagar at verða tikið til í veljarakanningum. Og var val í dag, so hevði Høgni í Stórustovu neyvan havt nakran møguleika fyri afturvali. Christian Andreasen, sum verður mótvalevni, er nevnliga stillaður upp av 10 feløgunum. Hesi eru Víkingur, KÍ, EB, Streymur, B68, AB, B36, B71 og 07 Vestur. Og so er spurningurin, um EB og Streymur hesa ferð gera brúk av báðum sínum atkvøðum, ella um bert onnur av hesum verður nýtt, soleiðis sum tað hevur verið gjørt áður.
Valið er tó ikki í dag. Tað er 27. februar, og so er spurningurin, um brikkarnir á talvborðinum hava flutt seg til ta tíð. Tað gjørdu teir í øllum førum í 2004, tá Christian Andreasen tóktist hava breiðan meiriluta fyri síni uppstillan. Men breiddin í hesum var tó avmarkað rættiliga nógv, tá atkvøðurnar vórðu taldar upp.
Alt verður skift
Í løtuni talar ikki nógv fyri, at taktiska borðið verður flutt so øgiliga nógv. Ein partur av avtaluni á formansfundinum seinast í oktober var nevnliga, at øll nevndin skuldi skiftast út.
Leingi var líkt til, at hetta var ein kabala, sum skuldi gerast heldur trupul at fáa at ganga upp, samstundis sum landafrøðiliga samansetingin av nýggju nevndini skuldi fáast í rættlag.
Millum annað vildu klaksvíkingar treyðugt sleppa Rúna Heinesen, men nú er hesin eisini burtur úr kapprenningini, og er Fríðin Ziskason ístaðin stillaður fyri norðasta partin av landinum.
Og heldur eingin av hinum nevndarlimunum, ið standa fyri afturvali, stillar upp. Ein støða, sum Sveinur Tróndarson boðaði frá fyri góðum mánaði síðani, og sum Magnus á Stongum og Rúni Heinesen nú eisini hava tikið – ella hava verið noyddir at taka, tá eitt afturval í dag krevur, at felag skal skjóta viðkomandi nevndarlim upp.
Semjan verður smíðað
Til teir tríggjar sesirnar eru – umframt Fríðin Ziskaon – Jákup Martin Joensen, Róin Schrøter og Heðin D. Poulsen stillaðir upp.
Víkingur, KÍ, EB, Streymur, B68, AB, B36, B71 og 07 Vestur hava stillað Fríðin og Jákup Martin upp, Rói hevur suðuroyarfeløgini – Royn, TB og FC Suðuroy – sum stillarar, og FC Hoyvík hevur stillað Heðin upp til valið til starvsnevndina.
Býtið í hesum kundi bent á, at Heðin D. Poulsen verður maðurin, ið dregur stytsta stráðið. Verður gingið út frá, at landafrøðin fæst upp á pláss, kemur Róin Schrøter inn fyri Suðuroynna. Fríðin Ziskason kemur inn fyri norðasta partin av landinum, og breiða feltið av uppstillarum til Jákup Martin Joensen bendir á, at hann er partur av breiðu semjuni, sum er um at taka skap, men sum enn ikki er smíðað heilt liðug.