Øll mugu vita hvat hetta er fyri nakað

Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, heldur, at tað er í lagi at ein kanning verður sett í verk

- Tað slepst heldur ikki undan við eini kanning av hesum slagnum, tá ivi verður sáddur um landsstýrismannin, tá hann sigst at hava blandað seg upp í avgerðir hjá Framtaksgrunninum. Eg meti, at hetta er neyðugt, soleiðis at vit øll kunnu fáa at vita, hvat hetta er fyri nakað, staðfestir Kaj Leo Johannesen.
Nei ikki nakran arbeiðssetning at geva kanningarbólkinum, hevur Kaj Leo ikki, men hann heldur at kanningin avgjørt er upp á sítt pláss, og at tað kanska hevði verið rætt at hugt eftir, hvussu kanningarnar vóru gjørdar, tá ið Anfinn Kallsberg gjørdi kanningar av sínum landsstýrismonnum.