Í dagsins samfelag er tað ein stórur trupulleiki ikki at duga at lesa og/ella at skriva. Hetta roynir Felagið fyri lesi- og skriviveik at bøta um á ymsan hátt. Allan fríggjadagin skipar felagið fyri almennari ráðstevnu um evnið í Gjáargarði við Gjógv.
Forkvinna í felagnum er Anna Karin Kjeld. Hon var eisini millum stigtakararnar til felagið fyri góðum sjey árum síðani, tí hon átti ein son, sum var lesi- og skriviveikur.
- Vit vóru ein bólkur av foreldrum, sum stovnaðu felagið, tí vit fingu ikki ta hjálp, sum vit kundu hugsað okkum, sigur Anna Karin Kjeld við Sosialin. Í dag eru omanfyri hundrað limir í felagnum, umframt at lærarar, serlærarar, serfrøðingar og sálarfrøðingar eisini eru knýttir at felagnum.
Fjølbroytt skrá
Á ráðstevnuni, sum verður í Gjáargarði fríggjadagin millum klokkan 9 og 17, verður mangt áhugavert á skránni. Eitt nú greiðir Doris Hansen frá, hvussu foreldur kunnu stimbra børnunum málsliga, og formaðurin í danska orðblindafelagnum forklárar um undirvísing av vaksnum orðblindum. Karolina Matras, serlærari, fortelur um lesileiðaraútbúgvingina á læraraskúlanum, og greitt verður frá um undirvísingina í ALV-skúlanum við Áir. Síðani fer Magnus Tausen at hugleiða um, hvussu tað er at hava lesi- og skriviveikar næmingar í flokkinum, og ráðstevnuluttakararnir sleppa eisini at royna telduryggsekkin. Ráðstevnan endar við kjaki. Sum sagt er ráðstevnan almenn, og tekning fer fram til og við hósdagin á telefon 317373 ella hjá diana@mbf.fo. Luttøkugjaldið á 100 krónur verður goldið við dyrnar.
Teldan hent amboð
Felagið fyri Lesi- og skriviveik sær tað sum sína fremstu uppgávu at kunna um lesi- og skrivitrupulleikar hjá fólki. Men felagið ger eisini eitt stórt ítøkiligt arbeiði. Eitt nú í samstarvi við eina danska fyritøku, sum framleiðir sonevndar teldu-ryggsekkir við forritum, sum stuðla uppundir lesing og skriving.
Telduryggsekkur verður latin føroyskum brúkarum gjøgnum Hjálpitólarmiðstøðina, eftir at serfrøðingar hjá felagnum hava kannað, um viðkomandi kann fáa gagn av honum. Felagið hevur ongan fíggjarligan vinning av at vera bindilið millum donsku teldufyritøkuna og brúkaran. Men tað er kostnaðarmikið at skipa fyri undirvísing í teldunýtslu. Fyri peningagávu úr Eik-gávugrunninum hevur felagið keypt teldur, og fyri fyrstu ferð hevur felagið í ár fingið 300.000 krónur játtaðar á fíggjarlógini til læraralønir.
Undirvísing er í MBF húsinum tvær ferðir um vikuna: mánadag fyri yngri børnum og mikudag fyri eldri. Her hava eini 50 næmingar seinastu tvey árini lært at brúka telduryggsekkin við føroyskum forriti eftir Halgerð Arge Hansen.