Øll kunnu hjálpa onkrum

Undir yvirskriftini "Neyð og deyði bíða ikki" er Skandinaviska Barnamissiónin í Føroyum og í Svøríki nú farin at savna inn pening til tey svøltandi á Afrikanska Horninum.

- Hjarta mít bløðir og erum at verða skrætt í petti. So sterk orð nýtir leiðarin í Barnamissiónini, Bo Wallenberg, tá hann sær frásagnirnar um hungursneyðina í Kenya, Somalia og Etiopia.

Her svølta 12 milliónir menniskju, meðan hjálpin als ikki er í samsvari við neyðina. - Vit hava einki trúvirði sum missión, um vit ikki gera tað lítla sum vit eru ment at gera, tekur hann til.

Skandinaviska Barnamissiónin hevur tí, eins og aðrir felagsskapir sett sær fyri at hjálpa teimum neyðstøddu. Tey fara nú at savna pening inn, sum síðani verður latin týska samstarvsfelaga teirra, Humedica, sum longu er á staðnum og ger eitt megnararbeiði har.

Til ber at seta pening inn á konturnar hjá Barnamissiónini í teim føroysku peningastovnunum ella á postgiro, og merkja flytingina "Katastrofa Afrikas Horn", soleiðis at peningurin fer beinleiðis hagar, ið neyðin er størst.

- Eingin kann hjálpa øllum, men øll kunnu hjálpa onkrum, verður sagt úr Skandinavisku Barnamissiónini.