Øll í Hvannasunds Kommunu fáa grind í kvøld

Seðlarnir koma á midnátt.

Karl Johansen, sýslumaður sigur, at seðlarnir koma á midnátt frá grindini, sum legði beinini á Hvannasundi fyrr í dag. 

 

 

Sýslumaðurin upplýsir, at tað verður býtt í drápspartar og samstundis fáa øll í Hvannasunds kommunu eisini part. Tað merkir, at øll í Hvannasundi og á Norðdepli fáa lut í fonginum. 

 

 

 

Sýslumaðurin sigur, at 71 hvalir eru merktir, og á midnátt koma seðlarnir út.