Øll húski í Svínoy fáa fast internetsamband

Vinnumálastýrið ætlar at fáa eina ábending um, hvørt tað ber til at nýta kunningartøkni sum amboð til tess at skapa trivnað og virksemi á eini útoyggj í Føroyum

Eirikur Lindenskov


Sunnudagin fóru seks tøkningar frá teldufyritøkuni Farodane til Svínoyar við antennum, sendarum o. ø., sum skal til at útvega øllum húsunum í bygdini fast internetsamband.

Talan er um eina verkætlan hjá Vinnumálastýrinum, sum er liður í ætlanin at menna Føroyar sum kunningarsamfelag. Á henda hátt ætlar Vinnumálastýrið at fáa eina ábending um, hvørt tað ber til at nýta kunningartøkni sum amboð til tess at skapa trivnað og virksemi á eini útoyggj í Føroyum.

Sum eina serstaka royndarverkætlan ella KT-pilotverkætlan, hevur Vinnumálastýrið saman við Svínoyar Kommunu tikið stig til at fremja verkætlanina, sum verður nevnd »Tykissamfelag - Svínoy«. Ætlanin er at leggja eitt fjarskiftiskervi millum húsini í Svínoy - eitt intranet - sum síðani hevur eina felags íbinding í internetið.

Húsini í Svínoy verða knýtt saman á einum føstum tráðleysum 11 Mb/s internetsambandi. Netið hevur eitt felags fast samband til internetið við einum upp á 1 Mb/s. Øll ferðslan á intranetinum er ókeypis. Tá farið verður út um intranetið, skal hvør einstakur gjalda fyri sína egnu nýtslu og er hóskandi avrokningarskipanin sett upp í skipanini, sigur Hjørdis Gaard úr Vinnumálastýrinum.

Umframt hetta er eisini møguleiki at tosa í telefon um intranetið, sokallað IP-telefoni. Fyrimunirnir við IP-telefoni er, at nýtslan er ókeypis. Eisini eru møguleikar á netinum at senda nærvarp og t. d. at heinta myndatilfar og filmar úr einari felags goymslu.

? Tann besta langtíðaravleiðingin í Svínoy vildi verið, at oyggin gjørdist eitt veruligt tykissamfelag og partur av alheims tykissamfelagnum, har vinna og fólk nýta endaleysu møguleikarnar til at menna vinnu, mentan, útbúgving og harvið trivnaðin, sigur Hjørdis Gaard úr Vinnumálastýrinum í tíðindaskrivi.

Í Svínoy eru 30 húski við tilsamans 60 fólkum. Harafturat eru umleið 20 hús, ið verða nýtt part av árinum. Vinna og virksemi í Svínoy er smoltvirki, posthús, handil, bøndur, sjómenn og nakað av útróðri. Um summarið verður skúlin nýttur sum vallaraheim. Í oynni er ein smoltstøð. Tveir bøndur eru, sum liva av jarðarbrúki burturav.

Tveir Svínoyingar verða sokallaðir netumsitarar . Netumsitararnir luttaka saman við netteknikarum í uppsetingini og installeringini av útgerðini og fáa harvið neyðugar praktiskar royndir. Eftirfylgjandi fáa netumsitararnir neyðug skeið. Afturat er skipanin útgjørd til fjarveiting av tænastum t. v. s., at teldufyritøkan kann yvirvakja skipanina og veita neyðugu atstøðuna.

Ein KT-pilotverkætlan merkir, at vit royna nakað í verki, sum ikki er roynt áður. Málið er, at aðrar bygdir ella grannaløg nýta skipanina sum grundarlag og geva íblástur til líknandi framtøk aðrastaðni til at menna tílík bygda- og býlinganet.

Verkætlanin er at meta sum ein royndarverkætlan, ið skal geva nakrar royndir við atliti at Føroyum sum netsamfelag og sum partur av alheims tykissamfelagnum.

Menningin, sum fer fram innan kunningartøkni, fer væntandi at fáa eins stóran týdning fyri samfelagið í 21. øld sum ravmagnið hevði í 20.øld. Føroyska samfelagið - fólk í bygd og bý, virkir, feløg og stovnar - eru í dag í fullari ferð við at verða knýtt saman á internetinum. Internetið er ótengdt at frástøðu Føroya og gevur føroyingum eins møguleikar til at samskifta, samstarva og útvega sær vitan á alheims »elektróniska motorvegnum«, sigur Hjørdis Gaard úr Vinnumálastýrinum.