Øll hús í Svínoy fáa fast internetsamband

Í dag fóru tøkningar frá teldufyritøuni Farodane til Svínoyar, har teir skulu seta upp fast internetsamband til øll húski

Tað er KT-pilotverkætlanin hjá Vinnumálastýrinum, »Tykissamfelag - Svínoy«, sum nú verður sett í verk úti í Svínoy. Henda verkætlan gongur út upp á, at øll húsini í bygdini verða knýtt upp í eitt tráðleyst intranet, sum síðan verður knýtt upp í internetið.


Tráleysa sambandi millum húsini verður 11 mb/s, meðan fasta sambandið verður upp á 1 mb/s.


Endamálið við verkætlanini er royna, hvønn týdning hetta kann hava fyri eina føroyska oyggj.


Møguleiki er eiini at menna skipanina til at tosa í telefon um intranetið, sokallað IP-telefoni. Fyrimunirnir við IP-telefoni er, at nýtslan er ókeypis. Eisini eru møguleikar á netinum at senda nærvarp og t. d. at heinta myndatilfar og filmar úr einari felags goymslu.


? Tann besta langtíðaravleiðingin í Svínoy vildi verið, at oyggin gjørdist eitt veruligt tykissamfelag og partur av alheims tykissamfelagnum, har vinna og fólk nýta endaleysu møguleikarnar til at menna vinnu, mentan, útbúgving og harvið trivnaðin, sigur Hjørdis Gaard úr Vinnumálastýrinum.


Í Svínoy eru 30 húski við tilsamans 60 persónum, harafturat eru umleið 20 hús, ið verða nýtt part av árinum. Vinna og virksemi í Svínoy er smoltvirki, posthús, handil, bøndur, sjómenn og nakað av útróðri. Um summarið verður skúlin nýttur sum vallaraheim. Í oynni er ein smoltstøð. Tveir bøndur eru, sum liva av jarðarbrúki burturav.tandi fótbóltsspæl.

Hóast onkur av málunum vóru vøkur á at líta, so vóru hesi úrslit av einmansavrikum ella einstakari góðari sending, heldur enn góðum fótbóltsspæli.

Í ávísum førum tóktust leikarar eisini at hava gloymt alt um fótbóltsspæl, og royndu heldur at berja mótstøðumenninar niður, og eitt nú er Hans á Lag helst fegin um, at dómarin ikki sá hann koyra Eyðstein Skipanes um koll, meðan bólturin var aðrastaðni á vøllinum.

Yvirhøvur tóktist dómarin ikki at ansa nóg væl eftir teimum ónollum, sum vórðu framdar á vøllinum, tá bólturin var aðrastaðni. Ikki tí, dómarin skal sjálvandi hyggja at tí, sum fyriferst, har bólturin er, men hinvegin kom fleiri ferðir fyri í deyðbóltsstøðum, at leikarar nærum bardust í brotsteiginum, uttan at hvørki dómari ella linjuverjar tóktust latast um vón.

Alt í alt ein heldur linligur dystur í Gundadali, har HB ongantíð kom í nær námind tí spæli, sum teir sýndu í hálvfinaluni móti VB, og har toftamenn heldur ikki fingu prógvað, hví teir eiga rættin at kalla seg oddalið.

Ikki tí. Ein dygd hjá oddaliðum er sjálvsagt eisini at fáa úrtøku úr møguleikum sínum, og hetta megnaði B68 til eitt reint 13-tal, og var hetta eisini at kalla einasta orsøkin til, at teir fingu stigini við sær heimaftur.


HB-B68 3-4 (2-2)


1-0: Andrew av Fløtum 8.

1-1: Marcello Marcelino 13.

1-2: Øssur Hansen 18.

2-2: Hallur Danielsen 44.

3-2: Jón Rói Jacobsen 46.

3-3: Suni Fríði Johannesen (br.) 57.

3-4: Marcello Marcelinho 90.


Dómari: Petur Reinert


HB:

Bárður Johannsen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


B68:

Magnus Poulsen, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus - Jan Petersen, Marlon Jorge, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes, Jákup Eli Olsen - Marcello Marcelino, Súni Fríði Johannesen