Øll gera tað!

Theodor Eli Dam Olsen
----








Summi í songini heima í kamarinum!
Onnur í bilinum, úti í náttúrini ella kanska við køksborðið.

Vit tosa sjálvandi um at biðja. Tað at venda sær til tað, sum er størri enn tú og ásanna, at helst er meir millum og jørð enn tað, ið rúmast í egnum knokki ella kanska á egnum matrikulnummari.

Øll munnu vit hava roynt at sent ein tanka uppeftir. Í mótgongd – og kanska eisini í viðgongd. Tað sigst jú, at tað eru fáir ateistar í einum flogfari, sum er í trupulleikum.

Hinvegin er ikki altíð semja um, hvat eitt svar er. Eitt bønarsvar. Kann eitt nei eisini vera eitt svar?

Líka síðan 1710, tá Leibniz kom við tí sokallaða teodicé-trupulleikanum, ið spyr, hví tað ónda er til, um Guð eisini er, hava fólk roynt at funnið eitt hóskandi svar til hetta. Og helst áðrenn við.

Síðani hava ateistar sum Dawkins og onnur skírt fólk, ið trúgva, at vera býtt. Meðan onnur, eitt nú prestar, hava svarað aftur, at trupulleikin við ateistum er ikki, at teir ikki siga seg trúgva, men at teir hvørki hava humor - ella nakra guðfrøði at grundgeva við...

Í slíkum støðum veit einhvør konfliktmeklari, at langur vegur er á mál.

Trúgv er persónlig, men privat er hon ikki. Tí hon er eisini felagsskapur og samrøða.

Ein glotti hómaðist nú um dagarnir, nú ein nýggj bók kom út, har tvær kvinnur skifta orð.
Onnur er astrofysikari, Anja Cetti Andersen, ið einaferð lovaði olmussu, tá børnini vóru sjúk. Hin gamal starvsfelagi hjá mær, Anna Mejlhede, prestur í Holmens Kirke.

Tær báðar gistu tvær nætur í kirkjuni og á Niels Bohr Instituttinum, og burtur úr hesum kom ein upplýsandi samrøða, og ikki tær journalistiskt illa úr hondum greiddu skotgrøvirnar, sum onkuntíð verða serveraðar.
Tær eru samdar um, at meðan náttúrvísindin kann greiða frá hvussu, kann hugvísindin og serliga guðfrøðin greiða frá hví.
Hvussu vit komu higar, og hví vit yvirhøvur eru her á jørðini.

Burtur eru allar útsagnir um antin-ella. Heldur verður samrøðan tikin fram í ljósmála.
Hetta er ikki bara áhugavert frá einum tíðindafrøðiligum sjónarhorni. Hetta er eisini áhugavert fyri flestu hampafólk, ið neyvan halda, at okkurt partú útilokar hitt. Har endamálið heldur er at skapa fatan og virðing enn konflikt og løtuvinning.

Kann vera, at tað er trupult at greiða frá, hvaðani Káin og Ábel fingur sínar konur. Men hinvegin kunnu søgan um teir báðar læra okkum nógv. Læra okkum eitt sindur um, og hví og hvussu vit kunnu gera tað betur.

Fyri eini hundrað árum síðan varð hildið, at tað helst bara varð ein spurningur um tíð, til átrúnaður fór at doyggja út. Og so seint sum fyri fáum áratígggjum síðan varð ikki nógv gjørt burtur úr hesum í bókmentasøguni. Tað er t.d. ikki fyrr enn nú, at verulig gransking fer fram um skaldskapin hjá eitt nú K.O. Viderø, ið virðisløntir føroyskir bókmentagranskarar áður enntá als ikki hava hýst í sínum innihaldsyvirlitum.
Tað er heldur ikki so langt síðan, at fólk í fullum álvara argumenteraðu fyri, at okkara útvarp heldur skuldi verða merkt av flow um morgunin heldur enn gevandi guðfrøði og sálmasangi.

Men annað útilokar ikki hitt, og vit læra altíð meir av at virða, at lívið hevur fleiri løg og fláir.

At menniskjað bæði er kjøt og andi og einans víðkar verðina, tá tað sær ta stóru verðina uttan fyri sín egna sjónarring.

Tað noyðast vit øll at gera viðhvørt!