Øll framdrift køvd

Skúlamyndugleikarnir eru komnir væl áleiðis at drepa alla framdrift við at skerja eftirútbúgvingarnar burtur, sigur Føroya Lærarafelag. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur onga viðmerking til áheitanina hjá Lærarafelagnum á lærarar um ikki at fara á skeið

 

FÓLKASKÚLIN

Í farnu viku heitti Føroya Lærarafelag á limir sínar um ikki at taka lut á skeiðum, sum Landsmiðstøðin skipar fyri lærarum. Henda áheitanin kemur eftir, at Mentamálastýrið hevur skorið eftirútbúgvingina av fólkaskúlalærarum burtur. Í kunngerðini frá Lærarafelagnum verður sagt, at fólkaskúlin hevur stóran tørv á eftirútbúgving og skeiðum til lærarar, so teir kunnu nøkta tørvin í einum framkomnum skúla. Umframt at skerja eftirútbúgvingar og skeið, verða heldur ikki vikartímar latnir til skúlar, hvørs lærarar ætla sær á skeið, sum Landsmiðstøðin bjóðar. Hetta seinasta ger, at næmingarnir mugu sendast til hús, tá lærarin fer á skeið.

- Støðan viðvíkjandi skeiði og eftirútbúgving er ótolandi. Um myndugleikarnir ynskja ein fólkaskúla, sum stendur í stað vegna vantandi játtan til eftirútbúgving og skeið, eru teir komnir væl á leið at drepa alla framdrift í føroyska fólkaskúlanum.

Orsøkin til, at eftirútbúgvingarnar og skeiðini eru so nógv skerd í heyst, er pengatrot sum vera man.

- Tað er heilt greitt tørvur á eftirútbúgvingum, men vit hava verið noydd at skert tað virksemið. Í komandi ári vóni eg, at vit kunnu fara undir nakrar eftirútbúgvingar. At Føroya Lærarafelag heitir á limirnar um ikki at fara á skeið, er upp til tey. Aðra viðmerking havi eg ikki, sigur Óli Holm.