Øll eru vælkomin til Planet Awards 2009

Í ár bjóðar Miðlahúsið aftur til Planet Awards, og hesaferð verður tiltakið í REX. Planet Awards 2009 fer at heiðra teimum bestu innan føroyskan tónleik anno 2009. Føroyski tónleikaheimurin hevur tey seinastu 10 árini ment seg ótrúliga nógv, og nú vit skjótt skriva 2010, vil Miðlahúsið aftur í ár heiðra teimum bestu innan føroyskan tónleik, og á hendan hátt vísa, hvønn týdning tónleikur hevur fyri tað føroyska samfelagið.

27. desember kl. 21 fer tiltakið av bakkastokki í REX, og har skulu tey bestu av teimum bestu finnast.

Umframt viðirslønarhandanir verður eisini eitt show til tey, sum verða í REX og tey, sum lurta kring landið.

Á skránni eru framførslur frá Páll Finnur Páll, Marius, Jógvan Hansen og Brandi Enni. Kendi og vælumtókti skemtarin Jákup Veyhe, sum í ár hevur havt stóra succses við stand-up shownum ?Meðan vit liggja við Kaj?, fer eisini at trína á pall, og vísa sínar skemtingarsomu dygdir.

Umframt hetta, so verður eisini ein dansiframførsla og eitt surprise, sum væntandi fer at skapa góðan stemning millum fólkini.

Kendi poppsangarin René Dif, sum í ár hevur gjørt comeback á tónleikapallinum, fer at enda kvøldið við einum Dj-showið, sum varðar so leingi hugur er til tess.

Øðrvísi við Planet Awards 2009 er, at í ár er hetta eitt tiltak, har áhugaði kunnu keypa sær atgongumerki. Hesi fáast í Miðlahúsinum, og kosta 200 krónur