– Sjálvandi vil eg taka ímóti. Øll skulu altíð vera vælkomin at siga sína hugsan, sigur Annika Olsen.
Men hví fekk Høgni Lützen so onnur boð frá henni.
– Tað var ein serlig støða, har eg var sera skuffað av honum, tí hann legði onnur orð í mín munn, sum eg als ikki eg hevði sagt. Eg havi ikki sagt nakað um, at kommunan ikki fór at útvega onnur parkeringspláss, sigur Annika.
Hon vísir á, at kommunan arbeiðir við at finna loysnir upp á parkeringstrupulleikan.
– Vit arbeiða við einum uppskot til parkeringstunnili. Ymiskar forkanningar mugu gerast av fakfólki, og tí ber ikki ikki til at staðseta enn, hvar hann verður. Vit síggja tað í øðrum býum úti í heimi, at ferðslutrupulleikar verða loystir undir jørð, og tað mugu vit eisini kanna í Føroyum, sigur Annika.
– Parkeringstrupulleikin í Havn má loysast fyrst, áðrenn vit møguliga fara at taka fleiri av teimum parkeringplássunum, ið eru, sigur Annika Olsen.
Viðvíkjandi staðsetingini av tjóðleikhúsinum, heldur Annika, at tað skal standa tætt við sjógvin.
– Tá ið vit hyggja eftir øðrum londum, so síggja vit at líknandi bygningar verða staðsettir tætt við sjógvin. Gamla býráðið kom við uppskotinum til staðsetingina á Skálatrøð í 2014. Og tað er bara arbeitt víðari út frá tí.
– Vit mugu hugsa 50 ár fram í tíðina, og ikki stara okkum blind í ein parkeringstrupulleika her og nú, sigur Annika Olsen.










