Øll elska Signar í Homrum

Næsti sangur vit spæla eitur »Good Enough«.

 

– Handa sangin kenni eg, sigur Marin sum er 15 ár. Hon og allar vinkonurar elska Signar, og syngja við til sanginar, sum hann syngur.

 

So sigur tann eina.

 

–  Signar hevur júst fingið húgvuna, hvussu gamal er hann?

 

So byrjar diskustionin. Ok, niðurstøðan er at hann er max 40.

 

Signar, John og Henning spæla bara hitt, øll kenna sanginar og fólk syngja við. Tað eru fleiri fólk komin oman í Vágsbotn og lagið er sera gott.