Øll bygdin skal kóka

Í Sørvági eru tey av álvara byrjað at síggja fram til vikuskiftið 8. og 9. juni tá bygdin verður karmur um country- og bluesfestivalin.

Tey hava fingið fatur á fleiri kendum nøvnum úr útlondum at framføra, men føroyingarnir smæðast heldur ikki burtur, tá teir fara á teir ymisku pallarnar í bygdini.

Hetta vikuskiftið verður bygdin nærum umskapar til ein rættan western-bý, við øllum tí sum hartil hoyrir, soleiðis at bæði børn, ung og vaksin kunnu fáa eina ógloymandi uppliving av tónleiki, upplivingum, hugna og samvera við tey túsundtals fólkini sum eru væntað higar.

Sum skilst á fyrireikarunum er áhugin fyri hesum fyrsta festivalinum av slíkum slagi sera góður. Og tað gongur eisini sera væl at selja atgongumerkini í forsølu á sølustøðunum kring landið.

- Vit ætla at gera alt fyri at hetta skal gerast ein ótrúligur festivalur. Hesar dagarnar skal Sørvágur kóka, siga fyrireikararnir.