Mykines: Tað er seinasti skúlatími í dag í Mykines skúla. Friður valdar inni í skúlastovuni, tí allir næmingarnir sita og lesa. Skúlastova teirra er útgjørd við øllum tí ið ein slík stova og ein nútíðar bygdarskúli hava tørv á.
Telda, printari og breiðband eru ein sjálvsagdur lutur í skúlanum. Allar tær neyðugu bøkurnar og alt hitt undirvísingartilfarið er tøkt, og á talvuni hongur tímatalvan hjá teimum báðu næmingunum.
Her skal heldur eingin ivi vera um hvør er hvør, hvør gongur í hvørjum flokki og hvør skal hvat: Ein klemma er fest á stóru talvuna við tímatalvuni hjá 4. flokki. Og ein onnur klemma við tímatalvuni hjá 1. flokki.
Her finnast allar tær lærugreinarnar sum ein slíkur skúli skal hava. So er bert upp til læraran at leggja alt soleiðis til rættis, at børnini fáa nakað burtur úr undirvísingini.
- Eg haldi, at vit læra nógv í skúlanum, kemur tað spakmælt frá 7 ára gomlu Ronju í Eyðansstovu.
Gamli bygdarskúlin
Uttan, er 114 ára gamli bygdarskúlin í Mykinesi sum so mangir aðrir skúlar, sum vórðu bygdir um somu tíð.
Her er bert tann eina skúlastovan. Her er eingin lærarastova. Og síðst, men ikki minst, so er eingin skúlagarður sum so til næmingarnar.
Teir eru kortini ikki við skerdan lut í so máta, tí í roynd og veru er øll bygdin teirra skúlagarður. Umroknað til fermetrar man Mykines skúli helst hava mest pláss til sínar tveir næmingar, tá teir eru í fríkorteri.
Innan hevur skúlin sítt serstaka eyðkenni fyri ein tílíkan bygdarskúla. Her standa fleiri skúlaborð og stólar, men tað eru bert tvey teirra sum eru í brúki nú, ið hetta skúlaárið er um at verða liðugt.
Innast í stovuni stendur lærarapulturin hjá einalæraranum í Mykinesi, Jákupi í Løðu. Í hansara vinstru síðu situr Ronja og í hansara høgru síðu situr Hans Meinhard.
Varðveita móðurmálið
Nú eru ikki nógvir dagar eftir av skúlaárinum 2007/2008, men hóast hetta verður tímatalvan hildin í størsta mun.
Ein av tímunum fyrrapart mikudag er móðurmálið føroyskt. Tá umboðini fyri Sosialin komu inn um skúlans gátt sótu tey bæði systkini og skrivaðu føroyskt.
Tey høvdu fyrst lisið eitt sindur, men nú var altso tíðin komin til tað skrivliga. Tað hevur eisini sín týdning at duga hetta, um móðurmálið skal varðveitast.
Hetta veit lærari teirra, og hetta roynir hann eisini at sannføra børnini um. Og líkt er til, at hetta eisini so smátt hevur fangað skúlabørnini í Mykinesi.
- Mær dámar best at lesa, kemur tað stillisliga frá Ronju.
Hans Meinhard er samdur við hesum, men honum dámar eisini sera væl lærugreinina »náttúra og tøkni«.
Er tað nakað stað, har ein hevur møguleika at skapa áhuga fyri ella fáa íblástur til hesa lærugreinina, so má tað vera Mykines, við sínum fuglameingi og nærleika við náttúruna.
Ein er haraftrat so heppin, at er veðrið ikki til vildar til virksemið uttandura, so er breiðbandið eisini komið allan vegin vestur til Mykines!
Umleið klokkan 12:30
Hóast skúlastovan er einans og børnini bert tvey, verður skúladagurin skipaður sum í øðrum smærri og størri skúlum kring landið.
Hans Meinhard fer hvønn morgun í skúla klokkan 8, meðan systir hansara møtir ein tíma seinni. Og sambært tímatalvuni so endar skúladagurin í Mykinesi klokkan 12:30 – meiri og minni stundisliga.
- Tað er eitt sindur lættari at leggja dagin til rættis herúti, tá tað bert eru tveir næmingar í skúlanum.
- Vit fara so ongatíð til hús fyrrenn klokkan er farin av middegi, men so kunnu vit hinvegin eisini onkutíð verða liðug eitt sindur áðrenn klokkan hálvgum eitt, sigur lærari teirra.
Eingin skúlagongd uttan fríkorter. Tað hava tey eisini í Mykines skúla, og verður tað lagt millum tær einstøku lærugreinarnar.
Skilligt er, at ein her ger alt fyri, at skúladagurin hjá Ronju og Hans Meinhardi skal verða so smidligur sum gjørligt.
Heimaarbeiði
Eins og hjá øðrum føroyskum børnum, so er eisini ein verð uttanfyri skúlans gátt.
Tey bæði Ronja og Hans Meinhard fáa sum nevnt frí klokkan 12:30, og kunnu tey so fara heim til hús at fáa sær ein bita.
Hóast komið er væl út í juni mánað, so er framvegis nakað eftir at náa hjá teimum báðum í lesiætlanini fyri árið.
Jákup, lærarin hevur givið teimum onkran setningin at loysa til dagin eftir.
- Eg havi fingið eitt sindur fyri at lesa heima til í morgin, sigur Ronja.
- Tað havi eg eisini – danskt og føroyskt, svarar bróðir hennara.
So vita tey í øllum førum, hvat ein partur av seinnapartinum í dag skal brúkast til!
Skúli í 114 ár
Mykines skúli varð bygdur í 1894, bert 15 ár eftir at kirkja varð bygd her.
Jákup í Løðu hevur sjálvur gingið í skúlanum í síni tíð. Tá vóru tey millum 16 og 18 næmingar, og seinni var hann lærari við skúlan.
Í 1964, tá hann byrjaði at undirvísa her, vóru hinvegin 22 børn, men bert tvey ár seinni var talið farið niður í eina helvt. Og soleiðis helt tað áfram at minka og minka, samstundis sum fólkatalið minkaði.
Eitt skifti í 70’unum vóru einans 3 og 4 skúlabørn, og fólk veit eisini at siga frá um tíðarskeið, tá eingi skúlabørn vóru í bygdini.
Í dag eru so tvey skúlabørn í bygdini – systkini Ronja og Hans Meinhard í Eyðansstovu.
Greinarøð úr Mykinesi
Komandi leygardag, 28. juni verður Útoyggjastevna hildin í Mykinesi.
Í hesum sambandi hevur Sosialurin vitjað í Mykinesi, her vit lýsa ymisk viðurskifti í stevnubygdini.
Aðrar greinir úr Mykinesi hava verið í blaðnum 13. juni (um minnisvarðan), 16. juni (um oljutunnur) og 20. juni (flutningsmøguleikarnir).










