Øll busskoyring í Suðuroy hildin uppat: Krøvini komu ov seint

Krøvini frá bussførarunum í Suðuroynni kosta so nógv, at vit mugu hava nakrar dagar at kanna tær fíggjarligur avleiðingarnar, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni

 

Tað kom eitt sindur óvart á stjóran á Strandferðsluni, at bussførarnir hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni nú hava gjørt av at niðurleggja alla busskoyring.

Reidar Nónfjall sigur, at tað var ikki fyrrenn um trý tíðina hósnáttina, at bussførarnir í Suðuroynni boðaðu frá, at sum støðan var, kundu teir ikki taka koyringina uppaftur.

Sostatt helt øll koyring uppat beinanvegin hósmorgunin. Og tíansheldur stóðu bæði skúlanæmingar, tey, sum skuldu við Smyrli, og øll onnur, og bíðaðu til fánýtis eftir teimum hvítu og bláu bussunum og skiltu ikki hví teir ikki komu fram- fyrrenn tey hoyrdu útvarpið, sum stutt og greitt boðaði frá, at ongin koyring var hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.

Tað er ósemja um sáttmálaviðurskiftini hjá teimum, sum koyra bussarnar, sum nú hevur ført til, at busskoyringin er hildin uppat.

Men stjórin á Strandferðsluni sigur, at hann skilir ikki mannagongdina, sum suðuroyingar hava brúkt í hesum máli.

Strandferðslan hevur sáttmála við 29 arbeiðstakarar kring alt landið um koyring fyri Bygdaleiðir. Av teimum eru sjey í Suðuroynni

Sáttmálarnir við teir gekk út nú á nýggjárinum og tí tóku vit samráðingar við Bussfelagið, upp fyrst í november.

? Vit hildu, at vit vóru kominir undir land, men tann 21. desember samdust vit um at samráðast víðari til 1. februar um nøkur ávís viðurskifti.

Reidar Nónfjall sigur, at teir sjey bussførarnir í Suðuroynni eru í Bussfelagnum og tí ivaðist hann onga løtu í, at teir vóru við í avtaluni.

? Men annað jólakvøld fekk eg ein brævbjálva í gangin frá bussførarunum í Suðuroy, har tað stóð, at teir høvdu serstøðu í sáttmálasamráðingunum og at teir vildu hava viðurskiftini í rættlag áðrenn ársskiftið.

Hann váttar tó, at í samráðingunum fyri jól, hevði hann fingið at vita, at bussførarnir í Suðuroy høvdu eina serstøðu.

?Men tað kom ongantíð longri og tá ið avtalan við Bussfelagið varð gjørd, hevði eg ongan varhuga av, at bussførararnir í Suðuroynni ikki vóru við í henni. Semja bleiv tó um at hava fund mikudagin.


Dýr krøv

Strandferðslustjórin sigur, at hann fekk heldur ongi krøv frá bussførarunum í Suðuroynni, hóast hann hevði biðið um tey, so at hann fekk fyrireika seg til samráðingarnar.

? Ikki fyrrenn á sjálvum samráðingarfundinum mikudagin vórðu krøvini løgd fram. Men tað var við teirri treyt, at semja fekst um tey á sama fundi.

Reidar Nónfjall vil ikki siga, hvørji krøvini eru, ella hvat tað er fyri serstøða, sum bussførarnir í Suðuroy hava.

? Men tilsamans vóru krøvini frá bussførarunum í Suðuroy so dýr, at boðaði frá, at eg mátti hava eina viku til at kanna tær fíggjarligu avleiðingarnar fyri Strandferðsluna og landskassan. Og eg helt, at vit høvdu eina avtalu um at hittast aftur 10. januar.

Hesum mótmæltu bussførarnir í Suðuroynni ikki. Men kortini hava teir so havt eina aðra uppfatan av støðuni og tí hava teir lagt koyringina niður.

? Hetta skilji eg ikki og eg haldi, at tað er skeivt, tí er havi ikki skilt støðuna soleiðis, at samráðingarnar eru slitnaðar, sigur Reidar Nónfjall.

Hann sigur, at tað, sum nú hendir, er, at Strandferðslan fer at gera tað fíggjarliga roknistykkið upp, sum hann hevur lovað bussførarunum í Suðuroynni. Meiri fær hann ikki gjørt, sigur hann.