Ljósfestin er byrjað

Í Vági er Ljósfest 2023 í gongd.

 

Byrjað varð í gjar, tá Syngið Við var í stóra tjaldinum á festivaløkinum, og eisini hugleiddu Gissur Patursson og Robert Mcbirnie, og komu teir m.a. inn á Faroe Boys, har Robert var sangari.

 

Pallurin kom eisini upp at standa í gjárkvøldið, og í dag er barnatiltak seinnapartin. Børn kunnu m.a. fáa andlitini málað, og tey kunnu hitta Odda, og nú klokkan 15 fer Bubu á pallin, og eisini fara Danny og Ingi at syngja og spæla.

 

Klokkan18:30 setir Sonne Smith Ljósfest 2023. Síðani verður heiðran av borgarum í Vági á skrá, og síðani byrjar stóra brakið, nevniliga stóra konsertin, har nógv kend nøvn fara á pall.