Tað verða nógv sølutricks brúkt fyri at fáa fólk at keypa alt tað, sum tey í grundini ikki hava brúk fyri. Prísurin er lágur, tilboðið óvanliga gott, góðskan burturúr góð og so víðari. Ja, við hvørt sigur tað seg bara sjálvt, at tú mást keypa ein ljósareyðan multi-fruktpressara við átta ymiskum amboðum og variablari ferð.
Men tað eru eisini tey, sum halda, at tey hava einki serligt at selja. Til dømis hendan lýsingin í gulu síðunum hjá Dimmalætting nú um dagarnar.
Tað seinasta vit hava frætt er, at onkur hevur verið og heinta lampuna...