Forkvinnan í Ljósmøðrafelag Føroya fegnast um sumt og harmast sumt í úrskurðinum hjá Fasta Gerðarættinum, sum hevur viðgjørt kæru um sjúkrameldingar og –fráveru hjá ljósmøðrum á Landssjúkrahúsinum.
Seinastu dagarnar, hava 8 av 17 ljósmøðrum verið burtur frá arbeiði vegna sjúku. Nakrar eru langtíðar sjúkrameldaðar, aðrar hava meldað seg sjúkar.
Les eisini: Her er úrskurðurin hjá Fasta Gerðarættinum
- Vit eru ikki glaðar fyri, at nakar sigur, at ljósmøður høvdu planlagt at vera sjúkar um vikuskiftið, sigur Rannva Simonsen, forkvinna í Ljósmøðrafelag Føroya.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Rannvu Simonsen á Rás2.










