Ljóskastarin settur á bjarging og tilbúgving

Á fundi í skúlanum við Ósánna varð ljós varpað á bjarging og tilbúgving í norðoyggjum. Norðoya Bjargingarfelag tók stig til fundin og um 100 fólk vóru tilstaðar

Klaksvík:
Á fundinum, sum byrjaði klokkan 19, vóru umboð fyri allar partar, sum hava við tilbúgving og bjarging at gera í norðoyggjum. Hvørt umboðið hevði eina framløgu upp á umleið tíggju minuttir hvør og eftir hvørja framløgu var høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar. Og fleiri tóku av høvinum.
? Endamálið er fyrst og fremst at norðoyingar skulu fáa eina fatan av, hvør tilbúgving er í norðoyggjum, sigur Dánjal Jákup Meinertsson, sum er ein av fyrireikarunum til tiltakið.
Hann sigur, at umframt ta professionellu tilbúgvingina, sum er í økinum, so er ein rúgva av sjálvbodnari hjálp.
Sum dømi nevnir hann sjúkraliðið í økinum, sum er ein skipað hjálp, tá ið ástendur. Men tað kemur so ikki til, uttan fráboðan frá løgregluni.

Junglutrummur
Dánjal Jákup sigur, at tann sjálvbodna hjálpin í norðoyggjum virkar væl. Serliga í Klaksvík, heldur hann.
Tað finnast telefonketur innan hesa hjálparskipan. Tað vil siga, at tá fráboðan kemur um, at tað er tørvur á hjálp, so fer ein telefonketa í gongd. Men tað er ikki altíð, at ein tílík virkar eftir ætlan, tí tað kann altíð verða, at onkur er burturstaddur.
? Men hóast tað, so virkar sjálvbodna hjálpin væl. Og tað ímyndi eg mær kemur av, at junglutrummurnar hoyrast so væl aftur í Klaksvík, sigur Dánjal Jákup.
Hann letur væl at fólki og sigur, at tey eru ógvuliga fús at hjálpa.

Ábøtur
Hóast Dánjal Jákup letur væl at bæði tilbúgving og bjarging í økinum, so dylir hann ikki fyri, at ábøtur altíð kunnu gerast.
Og tað var eisini tað, sum millum annað var endamálið við kunnandi fundinum. Fyrireikararnir vildu geva fólki høvi til at koma við spurningum og hugskotum til, hvussu tað kann gerast enn betur. Og tað komu fleiri góð hugskot inn.
Ein av áhoyrarunum hevði ein lítlan ryggsekk við sær, sum hann so vísti fram og hvat hann hevði í honum.
Dánjal Jákup sigur, at tað var sum at síggja ein gandakall hála eina kanin fyri og aðra eftir burtur úr hesum lítla ryggsekki. Lutir, sum onki viga, men kunnu hava stóran týdning, um ein fer burtur í haga og av eini ella aðrari orsøk verður longur burtur enn ætlað.
Lutir sum lummalykt, ein oljuvest, sum varð gjørdur serliga til hansara, men øgiliga vælegnaður, vøttir, tunnar hosur, stóra sukurlátaplátu, snørisstubba, ein lítlan penn at skjóta bluss av við og so framvegis.
Umframt hesar lutir, so legði hann dent á, at føroysk undirklæði altíð eru góð at vera í, tá farið verður gongutúrar í haganum.
? Hatta vóru alt smálutir, sum eru skilagóðir at hava við sær, um ein fer burtur í hagan. Og hatta var so avgjørt eitt gott hugskot, sigur Dánjal Jákup.

Trygt sum heild
Dánjal Jákup sigur, at eftir fundin sótu fyrireikararnir eftir við tí fatan, at fólk sum heild eru trygg við tilbúgvingar og bjargingarskipanina, sum hon virkar í norðoyggjum. Onkur dømi vórðu nevnd, har hon ikki hevði virkað og enn ikki virkar nóg væl. Og tað fegnast Dánjal Jákup um, tí so ber til at gera nakað við teir trupulleikarnar.
? Vit eru glaðir fyri tiltakið, og at tað eydnaðist so mikið væl, sigur Dánjal Jákup, sum dugir at síggja fyri sær, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak.
? Men tá verður tað so eitt øðrvísi tiltak, tí tað nyttar onki at hava tað sama umaftur. Men nú er ljós sett á, og meta vit hetta vera eitt gott høvi til at halda lív í kjakinum um tilbúgving og at kunna fólk um tað, sigur Dánjal Jákup Meinertsson, ein av fyrireikarunum til fundin í Ósáskúlanum fríggjakvøldið.