Ljóskastarin á føroyskan tónleik – AME í Reykjavík

Á øðrum sinni var konsertstaðið NASA í Reykjavík leygarkvøldið karmur um føroyskt tónleikakvøld . Hetta var í samband við at føroyskur tónleikur, gjørdi innrás í íslendska høvuðstaðnum undir felagsheitinum Atlantic Music Event, ella bara stytt AME.

Fróði Løksagarð

AME er tiltak, sum hevur til endamáls at skapa áhuga fyri føroyskum tónleiki uttanlands. Hetta er roynt einaferð fyrr í Íslandi við góðum úrsliti. Eisini hevur fyrr verið skipa fyri AME tiltøkum í Keypmannahavn, umframt at ætlanir eisini eru um, at skipa fyri einum tiltaki í desember mánaði. Sum nakað nýtt, so eru eisini ætlanir um, at føroyskur tónleikur skal gera innrás í London einaferð næsta ár.

Kent og minnið kent
Tey luttakandi nøvnini í Reykavík leygarkvøldið vóru Brandur Enni, Teitur, Eivør Pálsdóttir, Høgni Lisberg og Gestir. Hetta eru øll nøvn, ið eru væl kend her heima, og onkur av teimum hava eisini gjørt vart við seg í Íslandi áður. Eitt nú vóru Høgni Lisberg og Gestir við á seinasta AME tiltakinum í Reykjavík. Tá var Høgni mettur av íslendingum, at vera eitt áhugavert navn. Tónleikurin hjá honum var um tað mundið, dúgliga spældur í íslendskum útvarpi og kom eisini út á savnsfløguni 100% Sumar.
Brandur Enni, sum ikki hevur verið nógv at hoyrt í seinastuni, hevur fyrr spælt í Íslandi, og var tað spennandi hjá honum nú at vitja aftur við nýggjum tónleiki, sum hann í stóran mun sjálvur hevur skrivað.

Teitur fyrstu ferð í Íslandi
Teitur, sum er at rokna, sum okkara stórsta altjóða tónleikanavn, hevur ikki verið at hoyrt á palli í Íslandi áðrenn hetta vikuskiftið. Tað mesta av heiminum hevur verið hansara pallur, og kanska serliga nógv hevur hann ferðast eftir amerikonsku landavegunum. Nú høvdu íslendingar møguleika at hoyra dugnaliga føroyska sangaran og sangskrivaran.
Stóra føroyska navnið í Íslandi er Eivør Pálsdóttur, sum hevur miklan tokka millum íslendingar. Hetta er kanska heldur ikki so løgið, um hugsað verður um, at hon hevur verið búsitandi í Íslandi, og at tónleikur hennara verður givin út á íslendska plátufelagnum 12 Tónar.
Gestir hava eisini fyrr luttikið á AME í Reykjavík, og var hetta eitt frálíkt høvið hjá bólkinum at vitja aftur. Gestir, sum ikki hava spælt alment síðani undan jólum, hava nú fingið umboðssáttamála, og væntandi fer at verða styttri millum framførðslurnar, sum árið fer at líða.

Konsertin varð fest á band
Eini 500 fólk høvdu leitað sær í NASA leygarkvøldið. Talan var um fólk í øllum aldri, tey flestu vóru íslendingar, men eisini nakrir føroyingar búsitandi í íslandi, vóru at síggja millum áhoyrarnar. Fleiri fólk innan tónleikavinnuna, bæði úr Íslandi og eisini úr Onglandi, luttóku eisini til tiltakið, og júst hesi eru sera umráðandi at hava við, um komast skal nakra leið víðari. Nýggjur føroyskur tónleikur hevur fingið alt meira rúmd í íslendskum útvarpi, síðani skipað varð fyri fyrsta AME tiltakinum í Reykjavík. Íslendska útvarpsrásin, RÁS 2, festi konsertina á band, og ætlandi verður hon send einaferð seinni í ár. Eivør og Teitur vitjaðu eisini í íslendskum útvarpi undir vitjanini. Tosað varð við tey, umframt at tey framførdu tónleik, bæði hvør sær og saman.


Eitt frálíkt tiltak
Fyrsta navnið á pallinum var Brandur Enni. Klokkan var farin nakað av tíggju, tá fyrstu tónarnir ljómaðu úr guitarinum hjá Brandi, og klokkan var farin av tvey, áðrenn seinasti tónin úr klaverinum hjá Knúti úr Gestir, spakuliga fánaði út í køldu íslensdku náttina.
Sum heild vóru fyrireikararnir væl nøgdir við tiltakið. Tað gekk væl at fáa allar bólkarnar á og av pallinum, og tíðarætlanin helt rættiliga væl. Sólva Ford hevði leiklutin sum frásøgufólk. Hon royndi seg bæði á føroyskum og íslendskum, og hetta kom hon væl frá. Ljóðið í salinum var gott, men kanska var salurin betur egnaður til tann friðarliga tónleikin, heldur enn orkuútlátini hjá bæði Høgna Lisberg og Gestir. Fleiri av tónleikarunum vóru ikki heilt nøgdir við ljóðroyndirnar, men hetta var ikki nakað, ið flestu áhoyrarnir hugsaðu um, men onkur framførðsla var smávegis nervað av hesum. Alt í alt eitt frálíkt tiltak.