Ljósið við zumba­dansi í Vágsbotni

Fimleikaárið hjá Fim­leika­fel­ag­num Ljósinum byrjar við einum braki í Vágsbotni. Fel­agið fegnast um nýggju fimleikarhøllina í Gundadali. Tað eins og eitt nýtt tíð­ar­skeið er byrjað innan fim­leikin í høvuðsstaðnum, sig­ur Ann Hansen, formaður í Ljósinum.

Fimleikafelagið Ljósið leggur út við ein rættiliga spenn­andi og umfatandi skrá í vetur við m.a. Zumbadansi til bæði børn og vaksin eins og Power Fit og øðrum til­tøk­u­m.

Ann Hansen frá Ljós­i­num sigur, at nú nýggja fim­leik­ar­høllin FIMI er kom­in í Gundadali, er tað eins og eitt nýtt tíðarskeið er byrjað innan fimleikin í høvuðs­stað­num. Høllin hev­ur rútm­iskar hall­ir og am­boðs­høll við øll­um hentleikum, ið krevjast í nútíðar fimleiki. Tey liðini hjá Ljósinum sum ikki eru í FIMI fara at halda til í nýggju hall­u­num í skúlanum við Løg­mann­a­breyt, ið eisini hava bestu karmar at geva lið­u­num og íðkarunum.

Í sambandi við at vetr­ar­skráin hjá Ljós­i­num byrjar aft­ur, verður ein sonevnd Zum­ba­event á Nóls­­oy­­ar­páls­­torg­i­num í Vágs­­botni, har vit kic­k­starta fim­leik­­in í ár, sig­ur Ann Hansen, sum legg­ur dent á, at øll eru væl­kom­­i­n til fram­førsluna og at fáa okkurt lesk­­­i­ligt aft­an­á Zum­b­a­dansin.

Zum­ba­evnt­ið í Vágs­botni verð­ur gjørt í sam­­starvi við Miðl­­a­­húsið og verð­ur sent beinleiðis í Rás2. Fim­­l­eika­ár­ið hjá Fim­leik­a­fel­a­g­n­um Ljós­i­num byrj­ar leyg­­ar­­dagin 28. aug­­ust í FIMI, har tilmelding verð­­ur frá klokk­an 10-12.

Rás2 send­ir bein­leið­i­s frá til­­tak­i­num á Nóls­­oy­ar­­páls­­torg­­­i­num ­hósdagin 26. aug­ust eftir tíðindini kl. 16.