Ljósið hevði familjudag

Fimleikafelagið Ljósið skipaði leygardagin fyri loppumarknaði og øðrum í gongugøtuni í Havn.

Jonna Djurhuus, peningarøkil í fimleikafelagnum Ljósið, sigur, at endamálið er at savna inn pening til felagið.
- Hetta er árligi familjudagurin hjá felagnum. Umframt loppumarknað kunnu børnini stuttleika sær við smábátasigling í lítlum hyli, og so hava vit eisini Káta Køkin og annað, sigur Jonna Djurhuus.
Tað eru meir enn 700 limir í fimleikafelagnum, og Jonna Djurhuus sigur, at limatalið økist á hvørjum ári. Hon sigur seg vóna, at felagið skjótt fær eina fimleikahøll, sum ætlanin leingi hevur verið.