- Upp úr sofuni, nú byrja vit aftur!
Soleiðis sigur Ljósið í tíðindaskrivi um tilmelding, sum fer fram í morgin. Fimleikaárið hjá Fimleikafelagnum Ljósinum byrjar í morgin, leygardagin 27. august, í FIMI, har tilmelding verður frá klokkan 10-12.
- Nú fara vit undir vetrarskránna hjá Fimleikafelagnum Ljósinum, og skráin bjóðar heilt víst okkurt til øll, ið hava hug til at røra seg í vetur. Við tað at fimleikur er ikki bara fimleikur longur, royna vit aftur í vetur ymsar stuttligar mátar at fáa pulsin upp, sigur fimleikafelagið Ljósið.
Víðari sigur Ljósið soleiðsi:
»Effekt venjing?Í hesum sambandi royna vit fegin nýggjar leiðir, og í ár hava vit valt at gera pláss fyri nýggjum, samstundis sum vit útbyggja tilboðið frá í fjør. Av nýggjum kann nevnast Effekt venjing, sum er ein venjingarháttur, ið hevur til endamáls at styrkja stóru vøddabólkarnar, sum vit nýta hvønn dag, samstundis sum Effekt hjálpir til við at rætta holdning, og betra um liðiligheit. Hetta er ein sera róligur venjingarháttur, og er tí eisini serstakliga gott hjá teimum, ið hava trupuleikar við liðum, ryggi og vøddum.
Zumba og SeniorZumba?Aftur í ár bjóða vit Zumba, ið fær pulsin upp meðan tú hevur tað stuttligt. Sum nakað nýtt, fara vit eisini at bjóða SeniorZumba til tey, sum antin eru yvirvektig, nýbyrjarar ella komin upp í árini. SeniorZumba er spennandi, lætt og sera stuttligt, og ger undirverkir fyri kropp, sinn og sál. Vit ansa sjálvandi eftir knøum og hoftum, meðan vit røra okkum og fáa pulsin upp.
Umframt nýggju tilboðni eru sjálvandi eisini vælumtóktu rytmisku- og amboðsliðini hjá børnum frá 4 ár og uppeftir, Foreldur og børn, motión og fitball á skránni í vetur.
Aftur í ár verður fimleikahøllin FIMI karmur um ein stóran part av virkseminum hjá felagnum. Umstøðurnar í høllini eru framúr góðar, bæði til amboðs-, rútmiskan-, estetiskan og motiónsfimleik, og hesum ger felagið sær dælt av, við at leggja stóran part av virkseminum í vetur í FIMI.
Tey lið, ið ikki eru í FIMI, fara at halda til í nýggju hallunum í skúlanum við Løgmannabreyt, ið eisini hava bestu karmar at geva liðunum og íðkarunum.
Nevnd, leiðarar og hjálparar eru til dystin fús og gleða okkum at koma í gongd við at røra okkum.
Tilmelding: ?Fimleikaárið hjá Fimleikafelagnum Ljósinum byrjar leygardagin 27. august í FIMI, har tilmelding verður frá klokkan 10-12.
Við fimleikakvøðu
Fimleikafelagið Ljósið«