- Føroyingar í Danmark hava verið ótrúliga glaðir fyri henda festivalin og tað koma nógv. Tað vísir seg eisini, at tá føroyingar koma saman, tá syngja teir og tað vænta vit eisini her.
Tað sigur Evi Tausen, sum er ein av fyriskiparunum av festivalinum MíttLand, sum verður í Keypmannahavn 15-16 september.
Skráin er fjølbroytt og tað verða tey flestu av teim vælkendu orkestrunum við.
- Hugskotið var upprunaliga at savna føroyingar saman í Keypmannahavn og so kom hugskotið at hava ein festival, sigur Evi Tausen.










