Tíðin er farin at renna undan, áðrenn øll fiskiloyvi fara úr gildi á nýggjárinum.
Politisku samráðingarnar um eina fiskivinnunýskipan skulu tí standa sína endaligu roynd Allir floksformenn eru bodnir til kjak, har greiða fæst á mununum millum flokkarnar og útlitunum fyri breiðu semjuni.
Dávur Winther, ið saman við øðru skipar fyri fundinum, sigur, at tey væntað ikki nakað yvirraskandi á fundinum, men at tað er heldur ikki endamálið. Endamálið er at fáa málið lýst.
Hoyr ljóðsamrøðu við Dáva Winther við at trýsta á pílin undir myndini.
Fiskivinnupolitiski toppfundurin á Torradøgunum verður í Miðhøllini á Skúlatrøð, í kvøld klokkan 19. Á fundinum, sum verður sendur beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi, verður eisini høvi hjá áhoyrarunum at seta floksformonnunum spurningar. Orðstýrarar vera Óluva Zachariasen og Jón Brian Hvidtfeldt.