Ljóðbrot: Víkingur liggur væl fyri í FM stríðnum

Fult umfar var í landskappingini í fótbólti hjá monnum umvikuskiftið. Tað var spenningur undan umfarinum, tí fleiri lið lógu væl fyri og um úrslitini lagaður seg, so kundu vit fingi eitt nýtt oddalið. Soleiðis skuldi tó ikki ganga. Hinvegin, so styrkti Víkingur um oddastøðu sína við at vinna ein 4-2 sigur á B36.


Tróndur Arge, ítróttarredaktørur á Miðlahúsinum, ger eina meting av kappingini higartil.


Eftir hansara meting, so stendur Víkingur ógvuliga væl í stríðnum um meistaraheitið. Teir vunnu ein týdningarmiklan sigur á B36 sunnudagin, ið hevur við sær, at Víkingur nu hevur vunnið seg nøkur stig framum restina. NSÍ og KÍ eru framvegis við í stríðnum um meistaraheitið, men tað verður torført at fáa víking aftur, metir Tróndur Arge.