Ljóðbrot: - Sparingar kunnu raka smáu sjúkrahúsini

- Tað er nógv gott í menningarætlanini, men alt, sum ætlanin leggur upp til, kundi verið framt við verandi leiðslu, sigur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Jákup Mikkelsen ber ótta fyri, at so skjótt sum sparingar skulu gerast, so fer tað at ganga út yvir tey smærru sjúkrahúsini, tí tað verður kanska skjótasti og lættasti mátin at gera tað, men tað er ein ávísur tryggleiki í tí, at leiðslurnar verða framyvir eisini og skulu arbeiða saman við einum nýggjum stjóra.

 

Hoyr samrøðu við Jákup Mikkelsen við at trýsta á pílin undir myndini.